Lýsing
Lýsing

Miðhøllin á Skúlatrøð – Leygardagin í Torravikuni

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  21.02.2020 - 19:04 Mentan Myndarøð Tíðindi

 

Kl. 15.00            Trolmenn – Víst verður brot úr filminum Trolmenn, sum sjónvarpssnillingurin, Zacharis Hammer er í ferð við at gera.

  

Søgan um rækjurnar – Helgi Jacobsen, rithøvundi greiðir frá um John Dam, sum var fystur at taka hesa veiðu við Grønland upp.

 

Prát um rækjurnar - Gunnar Nolsøe hevur samrøðu við Helgi Jacobsen, Árna Dam, Eisenberg Hansen og Kjartan Joensen, skipara og reiðara um ta fyrstu rækjutíðina við Vesturvarða, og skipunum, sum síðani komu.

 

Rækjuvinnan byrjaði sum trilvandi roynd

 

Leygardagin á Torradøgunum fer Helgi Jacobsen, høvundur, at hugleiða um tær fyrstu royndirnar hjá John Dam og Vesturvarða eftir rækjum í Grønlandi. Fyrsta árið kom ikki nógv burtur úr, men rækjuvinnan gjørdist í nógv ár týðandi partur í føroyska búskapinum.

 

John Dam var einaferð spurdur, hvat hann segði til at verða brúktur sum fyrimynd í rækjuvinnuni.

         “Tað veit eg ikki. Teir vistu, at rækjur vóru í Grønlandi, tað var ikki bara eg, sum visti tað. Tað var bara ongin, sum fór ígongd við tað. Men tað lønti seg”, svaraði John.

         Rækjuveiðan byrjaði sum ein trilvandi roynd, men tá ferð kom á, gekk tað so skjótt, at onkur hevur sagt, at rækjuveiðan ikki var fiskiskapur, men meira at rokna sum gullgravarí.

         Men tá Vesturvarði seint á heysti í 1969 skeyt rækjutrolið norðuri við Rivkoll í Vesturgrønlandi, hevði helst fáur varðhugan av, at hetta skuldi gerast byrjanin til eina gulltíð hjá hesin partinum av føroyska fiskiflotanum.

         Tann fyrsti rækjutúrurin var mest at meta sum ein roynd, men síðani eydnaðist tað at fáa gongd á fiskiskapin. Miðskeiðis í sjeytiárunum vaks rækjuflotin skjótt og eftir einum 15 árum vóru 18 rækjuskip í hesi vinnuni.

         At vera rækjumaður, og ikki at tala um at vera rækjuskipari, gjørdist í Føroyum eitt satt fyribrigdi. Men sum so ofta kann ein framgongd ikki halda á í tað óendaliga. Eisini rækjuvinnan fekk at sanna, at trøini vaksa ikki inn í himmalin.

 

Kvotur settar á fiskiskapin

         Í 1977 vórðu kvotur settar á fiskiskapin í Grønlandi og hetta merktist skjótt á veiðuni og útflutninginum. Kvoturnar minkaðu ár undan ári, tí grønlendingar vóru nú sjálvir farnir at fiska rækjur á víðum havi og ta einu tíðina stóð tað nærum hvørjum rækjureiðarí í Føroyum í boði at selja skipini.

         Summir seldu og aðrir hugsaðu seg um einaferð enn. Fleiri av teimum, sum ikki seldu, komu best burturúr støðuni, tí tá svartast sá út, funnu føroyingar góð mið í Eysturgrønlandi og við Svalbard og onnur gjørdu nýtiligar avtalur við kanadiskar loyvishavarar um at veiða í kanadiskum sjógvi.

         Rækjuflotin hevur havt stóran búskaparligan týdning fyri samfelagið. Hann hevur drigið nógvan pening til landið og nógvar av teimum íløgunum, ið seinni vórðu gjørdar, stavaðu frá avkastinum hjá rækjuflotanum.

 

Samrøður

Eftir framløguna hjá Helgi Jacobsen, hevur Gunnar Nolsøe samrøðu við Helgi Jacobsen, Árna Dam, Eisenberg Hansen og Kjartan Joensen, skipara og reiðara um ta fyrstu rækjutíðina við Vesturvarða, og skipunum, sum síðani komu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…