
Óvanliga hvast orðaskifti á tingi
Floyalshandskarnir lógu eftir heima, tá tingfólk umrøddu tær báðar broytingarnar í fiskivinnulógini og uppskotið um skatting av vinningi av sølu av veiðirættindum á Løgtingi í dag. Serliga formaðurin í Tjóðveldi var hvassorðaður, og fleiri ferðir mátti tingformaðurin heita á hann um at sissa seg og vanda sær um orðini.
Tað er ongin loyna, at fiskivinnunýskipanin hevur verið hjartabarnið hjá Høgna Hoydal, fyrrverandi fiskimálaráðharra og formanni í Tjóðveldi. Tað var ein tungur burður, sum sá út til at eydnast, men sum bert fekk stutta lívsævi, og hetta hevur heilt víst viðvirkað til tað til tíðir heldur beiska orðavalið undir viðgerðunum í dag.
Oratoriskir neistar flugu í tingsalinum, og eitt tað mest brúka orðið í dag hevur verið korruptión. Harðast fyri skotum stóð helst Christian F. Andreasen úr Fólkaflokkinum, ið fekk at hoyra fyri, at hann var korruptur, og Jaspur Langgaard kendi seg eina ferð noyddan at spyrja, um Høgni Hoydal veruliga meinti hesa skuldsetingina. Og svarið var játtandi.
Tingformaðurin átalaði meira enn eina ferð hendan málburðin, ið hann eisini segði vera at fara út um sømiligt mark, men formaðurin í Tjóðveldi stóð við sítt og vildi vera við, at Christian Andreasen lóggav pening niður í feløg, sum hann sjálvur umboðaði. Eisini Brandur Sandoy øtaðist yvir hendan málburðin, men sjálvur metti Høgni Hoydal ikki, at hann fór ov vítt, tí hann segði seg meina tað, hann segði.
Munandi sáttligari, men ikki minni álvarsamur, var Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum. Í Breddanum í Kringvarpinum kl. 17-18 í dag útdýpaði hann sjónarmiðini og segði, at hóast veiðirættindi “de jure” ikki vóru privatserað, so metti hann kortini, at tey “de facto” vóru tað, tí nýggja skipanin gjørdi tað stórt sæð ómøguligt at fáa rættindini frá verandi loyvishavarum, um man vildi tað.
Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum var, ikki óvæntað, púra ósamdur og segði talan bert vera um brúksrættindi. Tá kjakið kom inn á útlendskan ognarskap, segði Jákup Mikkelsen seg eisini taka undir við, at útlendskur ognarskapur var vælkomin í føroysku fiskivinnuna, so leingi ræðisrætturin – og her meinti hann ivaleyst við meirilutan av partabrøvunum í fyritøkunum – framvegis var føroyskur. Sostatt eru útlendskir minnilutaeigarar vælkomnir í føroyska fiskivinnu, vildi Jákup Mikkelsen vera við.
At orðaskiftið í dag bleiv so hvast, var kanska eitt sindur óvæntað. Fólk hava leingi væntað hendan dagin, har endalig støða skuldi takast til skatting av avhending av loyvum, og samgongan hevur enntá gjørt nøkur innrømmilsir, sum møguliga áttu at smakkað andstøðuni væl, eitt nú hækkað skattin av sølu av veiðirættindum úr 35% upp í 50%, soleiðis at samlaða skattingin, partafelagsskattur v.m. íroknaður, fer at nærkast tveimum triðingum.
Aksel V. Johannesen førdi tó fram, at har vóru nakrir, sum sluppu undan hesum, og tað eru tær fyritøkurnar og persónarnir annars, ið ikki eru skattskyldugir í Føroyum. Eigararnir av útlendska ognarlutinum í føroyskari fyritøku við veiðirættindum verða nevniliga ikki skattaðir í Føroyum, men í heimlandinum, og har kunnu teir sleppa bíligari ella enntá ókeypis, alt eftir hvussu heimlandið skattar tílíkt.
Heilt greitt var, at serliga Tjóðveldi var sterkt merkt kensluliga av, at fiskivinnunýskipanin nú verður endaliga útfasað. Javnaðarflokkurin harmaðist eisini, men tók tað meira sinniliga. Seinasta orðið er heldur ikki sagt, tí kunngjørt varð eisini, at tilfeingisgjaldið fer at verða viðgjørt á tingi í heyst, og tá kann roknast við einum líknandi hvøssum orðadrátti.