Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er ikki óhugsandi, at KÍ fær undantaksloyvi til at spæla 2. kvalifikatiónsumfar ímóti BSC Young Boys her á teirra heimavølli, Stade de Suisse Wankdorf. | Mynd: Young Boys.

KÍ sleppur kanska til Schweiz kortini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.08.2020 - 16:07 Ítrottur Tíðindi

Alt bendir í skrivandi stund á, at KÍ vinnur dystin ímóti Slovan Bratislava uttan at spæla hann. Verður tað so, merkir tað, at KÍ fer víðari til næsta umfar í Champions League og skal eftir ætlan møta Young Boys á teirra heimavølli í Schweiz. Hetta sá út til ikki at fara at bera til, tí Schweiz setti 20. august Føroyar á sín reyða lista, og sostatt sleppa føroyingar ikki inn í Schweiz uttan at fara í sóttarhald í 10 dagar. Men nú er eitt undantak komið undan kavi.

Tann mest upplagda loysnin sá út til at vera, at KÍ møtti Young Boys á uttanveltaðum vølli. Her hevur Pólland verið nevnt sum ein møguleiki. Hvørki Føroyar ella Schweiz eru á reyða lista hjá Póllandi, og við verandi minkandi smittugongd er ikki sannlíkt, at Føroyar koma á hann. Hetta verður upp til UEFA at gera av, og helst skal felagið við heimavølli góðtaka valið av, hvar uttanveltaði vøllurin er.

Ein annar møguleiki var at útseta dystin, men pakkaða programmið í Champions League ger hendan møguleikan ósannlíkan. Eftir ætlan skal dysturin spælast týskvøldið 25. august kl. 19:15, so avgerðin um vøllin má takast skjótt.

Men undantakið, sum KÍ møguliga kemur undir, er soljóðandi:

However, the ordinance on measures to combat the coronavirus in the area of ​​international passenger traffic provides that people are exempt from the obligation to be quarantined, if you travel to Switzerland on an urgent date for professional reasons and do not stay longer than five days.

Hetta merkir, at um KÍ fer heim aftur úr Schweiz innanfyri 5 dagar, og Champions League-dysturin verður viðurkendur sum professionell orsøk, so fer at bera til at spæla dystin á heimavøllinum hjá BSC Young Boys í Bern í Schweiz.

 

Alt hetta skal takast við tí fyrivarni, at UEFA ikki hevur kunngjørt sín úrskurð endaliga enn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…