Lýsing
Lýsing
Lýsing
Noa Redington, politiskur viðmerkjari, sigur, at “Lars Løkke Rasmussen er på ingen måde en færdig mand i dansk politik”. | Mynd: TV2.

Lars Løkke stovnar møguliga nýggjan flokk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.01.2021 - 13:25 Politikkur Tíðindi

600 persónar hava innanfyri fáar tímar meldað seg inn í nýggja “flokkin”, sum enn bert er eitt projekt, hjá Lars Løkke Rasmussen. Men viðmerkjararnir vænta ikki, at Mette Frederiksen hevur nakað at óttast.

Um har er nóg mikið av “saft og kraft” í danska flokkinum, stovni eg ein nýggjan flokk, sigur Lars Løkke sjálvur. Men tað er framvegis eitt sindur ógreitt, eisini fyri Løkke sjálvan, hvat tað fer at føra til, viðgongur hann yvirfyri politiska redaktørinum í TV2, Troels Mylenberg. Higartil er tað “bert” blivið til eitt nýtt netverk.

Tað er ikki vist, at ein nýggjur flokkur sær dagsins ljós, men Lars Løkke Rasmussen sigur: - “Jeg vil ikke sidde og udelukke det. Hvis der er bæreevne til det, vil jeg rigtig gerne”. Hann sigur, at flokkurin kemur, um har eru nóg mong, ið halda hugskotið vera gott. Um ein flokkur spyrst burturúr, skal hann verða bygdur upp frá botni av. Tað riggar ikki, at 4 fólkatingslimir fara saman og halda tíðindafund, sigur Løkke.

Tað var tann 1. januar, at Lars Løkke Rasmussen meldaði seg úr Venstre eftir at hava verið limur í flokkinum í 40 ár. Sambært honum sjálvum hava umleið 600 fólk meldað seg inn í nýggja netverkið, sum Lars Løkke almannakunngjørdi stutt fyri miðdag tann 7. januar. Viðmerkjarin Noa Redington sigur við TV2, at Lars Løkke á ongan hátt er liðugur í politikki. Hann er eitt politiskt menniskja, hann hevur byrjað eina rørslu, hann vil nakað annað enn danskur politikkur higartil, men har vantar framvegis ein frágreiðing um, hvat hann stendur fyri.

- "Lars Løkke er sera erligur, og hansara framtíð verður ikki uttanfyri politikkin", sigur Redington. Hinvegin væntar Redington ikki, at Mette Frederiksen hevur nakað at stúra fyri, og heftir seg við, at tað er ein rørsla ella eitt netverk, Løkke hevur stovnað, ikki ein flokkur. Men kortini er ætlanin at sleppa í Fólkatingið á ein ella annan hátt. Hvussu tað skal henda, bíða vit framvegis eftir at fáa at vita.

Í ein mansaldur hevur Venstre merkt Lars Løkke Rasmussen, og tí er tað Venstre, sum hevur mest at stúra fyri, nú ein møguligur nýggjur flokkur fer at barkastokki. Men eisini aðrir “bláir” flokkar kunnu vera trýst av nýggju ætlanunum hjá Løkke. – “Um hann positionerar seg rætt, kann hann fáa veljarar frá nógvum flokkum, men einamest frá teimum sonevndu bláu flokkunum.

Sophie Løhde og Karsten Lauritzen í Venstre, sum eru ávikavist politiski orðførarin og formaðurin á tingi fyri flokkin, taka frástøðu frá nýggju verkætlanini. Men hjá statsministaranum er ongin orsøk til panikk, sigur Noa Redington.

- “Jeg har svært ved at se, at Mette Frederiksen som udgangspunkt skal være bekymret for Lars Løkke Rasmussen.”, endar Redington við at siga.

Kelda: TV2

Lýsing
Seinastu tíðindini
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…
- Eysturoyar­tunnilin verður heilt skjótt…
- Vit skulu hava eina politiska tilvitan…