Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á sildaveiðu við Norðborg

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.01.2021 - 16:00 Kykmynd Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fyrst í oktober mánaði fór eg ein ógloymandi túr við Norðborg. Tað vóru tá gingin fleiri ár síðani at Jón Rasmussen, skipari hevði bjóða mær við sum "turistur". Endiliga fekk eg tikið meg saman at taka av.

Flestu munnu vita, at Norðborg er eitt av okkara allar fremstu skipum, tá talan er um uppisjóvarskip, har veiðan verður nýtt til matnað. Eg kann ikki reypa mær nógv av sjólívinum. Tó var eg á ungum árum ein túr við línubátinum Stellu Mariu í Grønlandi. Pápabeiggi mín, Levi Joensen var skipari, vit fóru á snelluveiðu við Grønland.

Har fekk eg upplivað "flotfiskin", ið oftað verður nevndur ímillum grønlandsfararar. Heimafturkomin fór eg við Pállsdrangi á útróðrar. Ovi Sólheygg var skipari og vit egndu umborð og vóru úti í útivið eina viku hvønn túrin. Nakarar sildatúrar var eg við abba mínum, sum var skipari á Polarfarinum.

Eisini ein túr í Grønlandi við Polarfarinum har abbi mín Olivur Thomsen var skipari. Jú eg havi pissa í saltan sjógv, men sum maðurin segði "lítið meira". At fara við Norðborg útivið 60 ár seinni var ein uppliving sum vildi nakað. Tað ber snøgt sagt ikki til at samanbera sjólívið í dag og fyri 60 árum síðani og tað skal eg lata vera við her.

Men eg hevði eitt videotól við mær umframt míni fototól sum eg vanliga brúki. Tað bleiv ikki nógv pláss til at taka livandi myndir upp. Eisini var eg illa útgjørdur til tað og tók bert hissini brot upp, tí málið við túrinum hjá mær var upplivingin og at taka "still" myndir til greinar mínar, sum eg ætlaði mær at skriva á túrinum.

Tó so, tað hevur eydnast mær at fáa Eirik Biskopstø at seta nøkur petti av upptøkum mínum saman, kanska fær onkur eina hylling á hvussu arbeiði gongur fyri seg á sildaveiðu við Norborg, um ein gevur sær stundir at hyggja at brotinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Árni Frederiksberg: Altíð spennandi og s…
Víkingur hevur betri finaluroyndir enn K…
Tussj á Nevza
Ótrygt foreldur: - Deyðsfella fyri smá b…
Samfelagsstevnan 2025                   …
Tøkk - Rannvá Hansen
Eldrahugni í Betesda
Dokking og tolling av Smyrli
Gates mælir til broyting í veðurlagsstrí…
Almennur spurningur til samgonguna: Nær…
Hjarnar vitja Norðlýsið
Dalsenni 7.000 pund
Føroyskir badmintonleikarar gera um seg…
Allahalganna messa í Gøtu Kirkju!
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónir­nar…
Minningahald allahalgannadag
Team Klaksvík fær vitjan av VÍF í kvøld
Sanktiónir­nar móti Russlandi byggja ikki…
Innilig konsert við Hans Andrias Jacobse…
Ókeypis bussur til finaluna um løgmansst…