Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bjarni Samson frammanfyri Emerald saman við konuni Romeni og børnunum Unn (4 ár) og Jógvan (8 ár). | Mynd: MYND: Benjamin Rasmussen

Barentshavsmaður í fimta lið skal við Emerald

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.08.2023 - 16:00 Tíðindi Vinna

Bjarni Samson er barentshavsmaður í fimta ættarlið og skal í næstum við nýbygninginum Emerald í Barentshavið. Á heimtúrinum úr Istanbul til Føroya bygdu sonurin og hann eitt legoskip av Titanic.

Oldurabbi Bjarna Samson fiskaði í Barentshavinum. Langabbi Bjarna, Andrass Samson sigldi við Skálabergi. Sama gjørdi Samson Samson, abbi Bjarna. Og Bjarni hevur eisini verið til sjós í Barentshavinum saman við pápanum Jógvan.

Soleiðis er hann barentshavsmaður í fimta ættarlið. Og síðani Bjarni fór úr tíggjunda flokki í 1998, hevur hann mynstrað við trolarum, sum hava roynt á somu fiskileið. Í ár hevur 42 ára gamli Bjarni sostatt 25 ára starvsdag í Barentshavinum. Tá er túrurin í summarfrítíðini í 1996 ikki taldur við, tá var hann einans 15 ára gamal.

Og Bjarni er eisini umborð á Emerald, tá eg fái orð á hann yvir Messenger. Saman við 10 ára gamla soninum Jógvan var hann tá í ferð við at sigla nýbygningin heim frá skipasmiðjuni í Istanbul til Føroya. Ein 14 dagar drúgvur túrur, har feðgarnir báðir valdu at brúka fríløturnar at byggja eina modell av Titanic gjørdan úr fleiri enn 9.000 lego kubbum. Eygagóði sonurin hevur fingið eitt minni fyri lívið, nú teir saman hava bygt eitt legoskip úr so nógvum kubbum.

Átta ára gamli Jógvan vísir stoltur nýbygda legoskipið av Titanic fram. MYND: Benjamin Rasmussen

Fyri átta ára gamla Jógvan og pápa hansara er legoskipið eitt varandi minni um eina góða felags uppliving, har enn eitt nýtt kapittul hjá føroyska fiskiskipaflotanum í Barentshavinum byrjar. Seinni í mánaðinum fer Bjarni væntandi fyrsta túrin við Emerald í russiska partinum av Barentshavinum. Emerald hevur verið royndartúr, eftir at nýbygningurin kom til landið tann 13. juli 2023. Har skulu gerast nakrar tillagingar í fabrikkini, áðrenn klárt er til fyrsta veruliga túrin.

Stór samrøðugrein verður í Norðlýsinum, sum kemur út komandi mánadag. 

Bjarni Samson, verksmiðjuformaður, í stásiligu verksmiðjuni til bæði rækju-, flaka- og mjølframleiðslu umborð á Emerald. MYND: Benjamin Rasmussen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Linga og Mallus endur­prentað
Eitt brak av upphitting í KÍ-høllini frí…
Maðurin í Koltri
Jóla­skipið og Ársins Rósa
Pensjonistabólkur vitjaði borgar­stjóran
Sylvia fer eftir at fáa ES-stuðul til la…
Almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali
Bigge heilsaði uppá Pernille Brandenborg
Myndarøð: Kvinnulands­liðið vitjaði Kjølb…
Marknaðardagur á Fossánesi
Jóla­trøini
Tvey bløð hjá Norð­lýsi­num til jóla
Birita tekur sæti á tingi
Dialysuviðgerð átti at verði sett á stov…
Anfinn í Toft: Her skulu vit øll tíma at…
Filmurin Missir í Havnar Bio leygar­dagin
Tí tók eg ikki av tilboðnum um borgarstj…
Nýggj ráðgeving undir ÍSF
Eystur­kommuna hevur skipað seg
Órímiligt at enn einaferð leggja eftir f…