Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu kann Margit Stórá vera gegnig tá ið Jákup Mikkelsen var ógegnigur?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.09.2023 - 13:31 Leiðarin Politikkur

Tá Jákup Mikkelsen var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var høvuðsstaðarpressan øll samsint um at trýsta hann út úr starvinum við tí grundgeving, at hann var svágur ein stóran aktør í fiskivinnuni – og tað eydnaðist teimum tá – men fram til í dag hava vit ikki  hoyrt eitt kis úr somu pressu um gegnið hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, hóast hon SJÁLV PERSÓNLIGA er í starvi (farloyvi) sum varastjóri á LS, sum er STØRSTI aktørurin á tí málsøki, ið hon nú persónliga umsitur sum landsstýriskvinna – skiljið tann, ið skilja vil!!

 

 

Fyrisitingarlógin er ógvuliga greið, tá tað kemur til at finna útav, um ein persónur, sum virkar innan almenna fyrisiting (t.d. eitt landsstýrisfólk) er gegnigur ella ikki. Hetta førdi fráfarandi stjórin á SS eisini sera skilagott fram í Breddanum í KvF í morgun.

 

Um vit í sambandi við hetta aktuella málið um landsstýriskvinnuna seta persónin Margit Stórá inn í lógartekstin, verður úrslitið hetta:

 

§ 3. Margit Stórá, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnig um so er, at

1)   Margit Stórá hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum, ella umboðar ella fyrr í sama máli hevur umboðað onkran, ið hevur ein sovorðnan áhuga,

3)   Margit Stórá er við í leiðsluni ella á annan hátt hevur nært tilknýti til eitt felag, ein felagsskap ella annan privatan løgfrøðiligan persón, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum,

5)   tað annars eru viðurskifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at Margit Stórá heldur við einum av pørtunum.

 

Hóast hesar greiðu orðingar so roynir Aksel V. Johannesen, løgmaður, treiskt og illgrunasamt at verja hesa margháttligu setan av landsstýriskvinnu, sum í hesum døgum hevur buktina og báðar endarnar á einum málsøki, har hon frítt kann styrkja LS, har hon framvegis er í starvi (farloyvi), við óteljandi eykajáttanum og frambrotum, meðan eitt nú KS enn ikki hevur fingið loyvi til at seta upp ein skannara, sum KS fekk sum gávu fyri skjótt einum ári síðan.

 

Neiliga reaktiónin hjá Margit Stórá ímóti stórfingnu skannara-gávuni gav eisini sjón fyri søgn, at Margit Stórá ER ÓGEGNIG – hon fær ikki annað enn hildið við LS, sum líka síðan 1898, tá KS varð bygt, hevur sæð KS sum ein kappingarneyta og hóttan ímóti LS. Soleiðis er tað bara. Fara bara inn á LS og spyr har, hvat tey halda um KS, og tú finnur svarið beinanvegin.

 

Tí er tað so umráðandi, at Føroya Løgting hevur samtykt fyrisitingarlógina, tí henda lóg eigur at fyribyrgja, at ógegnig fólk verða sett í so valdsstørv sum landsstýrið er. Hetta sigur seg sjálvt, og tí er tað enn meir óhugnaligt, at Aksel V. Johannesen veruliga torir at verja henda rotinskap, sum KS heilt víst merkir inn á skinnið í hesum døgum.

 

Maktin yvir KS og SS er nú flutt til Havnar á LS. Tað átti ikki at borið til, tí Føroya Løgting hevur samtykt, at tey trý sjúkrahúsini skulu vera sjálvstøðug, skulu hava egnan stjóra (ikki deildarstjóra), og tey skulu hava hvør sína egnu sjálvstøðugu játtan á fíggjarløgtingslógini.

 

Kortini hevur bindiklubburin millum LS og Heilsumálaráðið syrgt fyri at broyta tilvísingarnar í bygnaðinum, sum Føroya Løgting samtykti, soleiðis, at stjórarnir á KS og SS ikki longur hava tilvísing til Heilsumálaráðið, sum løgtingið samtykti, men nú skulu spyrja stjóran á LS um loyvi til alt, og havið eru lítið meir enn húskallar á egnum stovni.

 

Hvussu leingi skulu vit finna okkum í hesum?!

 

Hvar eru okkara lokalt valdu løgtingsfólk?!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli á Gravarbø vitjar í Norð­lýsinum
Nýggjur stjóri í Magn
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti