Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgtingsfólk hava fingið stillað eina trivaliga lønarhækking í útsikt afturfyri at uppgeva tænastumannapensjónina. Nú er tað upp til tingfólk at vísa, at tey sjálvi duga sær hógv, eftir at tey hava kravt afturhald og samfelagssinni frá fakfeløgunum | Mynd: kvf.fo

Verður tingmannalønin innan fyri karmin?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2024 - 14:35 Leiðarin Politikkur

Ført verður fram, at tingstarvið er nakað heilt serligt – og tað er tað eisini – har politikarar mugu samsýnast ordiliga fyri tign, ábyrgd og fyri at verða útsettir. Tað er púra rætt. Men tað verða teir longu í dag, og tørvur er ikki á stórari lønarhækkan omaná.  

 

 

Tingfólk hava nógvar sersømdir, sum viga upp fyri hesum viðurskiftum. Eitt nú hava løgtingslimir immunitet ímóti at verða rættarsøktir, ongin møtiskylda er galdandi á tingi, ongi krøv eru um útbúgving ella royndir, og við ávísum treytum kunnu tingfólk fara frá við pensjón longu sum 60-ára gomul. Tingfólk hava eisini væl meira frítíð enn onnur við umleið 110 tingfundum árliga umframt nakað av nevndararbeiði.

Tingfólk kunnu eisini hava onnur størv framíhjá, og berst teimum frá at møta á tingi, tá tey eru upptikin í hinum starvinum, so eru skipanir við “clearing”, sum kunnu neutralisera vantandi atkvøðuna. Skipanin við clearing ger, at tá tingfólkið er til arbeiðis í hinum starvinum, er ikki neyðugt at biðja um farloyvi fyri at fáa varafólk inn at atkvøða, og tískil er tingfólkið ikki fyri lønarmissi. 

Tað eigur ikki at verða neyðugt at føra fram, hvørja einastu ferð skotið verður upp at broyta tingmannasamsýningar, at tað er neyðugt at geva teimum fólkavaldu ordiligar sømdir. Tað er langt síðani tikin hædd fyri tí, og omanfyrinevndu sømdir eru nógv frægari enn í nøkrum øðrum starvi.

Tað er ikki meira enn 4 mánaðir síðani, at karmarnir hjá Ruth Vang vóru roknaðir sum heilagir. So heilagir, at tey fólkavaldu tuskaðu til Havnar í úrtíð at noyða føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnar aftur til arbeiðis. Tann gerðin eigur at forplikta tey fólkavaldu so mikið etiskt, at tey ikki sjálvi lóggeva sær eina lønarhækking, sum er omanfyri karmin. Tí væl er tað rætt, at tingstarvið inniber ábyrgd og tign, men partur av tí ábyrgdini og tignini er sanniliga eisini, at man sum tingfólk ikki letur grammleikan taka yvirhond, tá man fær stillað ein størri lønarposa í útsikt.

Pensjónirnar hjá tingfólki eiga at normaliserast, tað kann ongin ivi vera um. Men tað eigur ikki at vera gjørt við eini stórari lønarhækking sum kompensatión.  

Hækkingin eigur í mesta lagi at vera tann sama sum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og av tí at tingfólkalønin longu er samantvunnin við sáttmálan hjá Tænastumannafelag Landsins, eigur ikki at vera neyðugt við lønarhækking út yvir tær, sum Tænastumannafelagið samráðir seg til.

Nú hava tingfólk eitt gylt høvi at seta síni pensjónsviðurskifti ájavnt við viðurskiftini hjá vanliga fólkinum. Talan verður framvegis um eina gylta pensjón, tey fáa, tí pensjónsinngjaldið er ein prosentpartur av lønini, og tingmannalønin er hægri enn flestu aðrar lønir.

So, góðu tingfólk: Livið upp til ta tign og ábyrgd, tit hava, og gangi á odda við at vísa, at tit sjálvi halda tykkum innan fyri tann karm, tit vilja hava onnur at halda seg innan fyri. Fríið Landskassan fyri ovurhonds-byrðuna av tænastumannapensiónum til tykkara uttan at skrúva mánaðarlønina upp fyri tað. So vaksa tit í fólksins eygum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Nils Jákup Absalonsen
Birkblog Ummæli: Klintrimús
Altjóða dagur fyri pinkubarnadeyða
Vel eina sterka rødd í býráðið
Myndarøð: Føroyar Portugal U21 - 1-3
Føroyar vóru fáar minuttir frá stóru sen…
Er Breddin ein valsending?
Hvussu hevur tú tað?
Veðrið um vikuskiftið
Undurfulla Norðlýsið
Vit vóna at heimavøllu­rin kann hjálpa ok…
Roykstovan, Heystglóð, Evropa flogbóltur…
Útróðrartíðindi
Vit leita enn eftir valevnum
Tveir nýggir IRONMAN
Múlaepl­ini hjá 5.a.
Komandi heimsstjørnur hjá Portugal í Kla…
Myndarøð: Føroyar - Armenia
Flygilfagnaður í Varpinum
Býráðsfundu­rin útsettur til 14 oktober