Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan Júst Rasmussen talar í Betesda sunnukvøldið kl. 18

SKRIVAÐ: Betesda  |  26.05.2024 - 09:09 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindaskriv

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 talar Jógvan Júst Rasmussen, og Sangkórið í Betesda luttekur.
 
Jógvan Júst Rasmussen, ið virkar sum trúboðari fyri NTM, hevur verið heima í Føroyum á vitjan síðan 7. mai, har hann hevur vitjað samkomur kring landið.

Mánadagin fer hann av landinum aftur, so møtið í Betesda sunnukvøldið verður hansara seinasta á hesum sinni.

Jógvan Júst fór í 1976 á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA, og varð hetta byrjanin til fulltíðartænastu hansara fyri Harran sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum.
 
Í dag virkar hann serliga innan bíbliuumseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA, og eiga tey børnini Heidi, Erik og Ben og 6 ommu- og abbabørn.
 
Heidi virkar í fulltíðartænastu í Italia saman við manni sínum, Regini Guttesen úr Havn. Tey fóru á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi í 2001 og fóru til Italia síðst í 2003.
 
Á møtinum í Beteda sunnukvøldið kl. 18 verður høvi at hoyra Jógvan Júst tala, og eisini fer Sangkórið í Betesda at luttaka við sínum vakra sangi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…
KÍ-kvinnur­nar taptu báðar dystirnar í Ch…
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum; SÍ v…
Vunnu stig móti Norð­urmakedónia
Í dag byrjar Nations League
MENTAN­ARDAGAR í Fuglafirði
Send okkum uppskot til framløgur til ráð…
Pelagos tikið móti fyrstu lastini í Koll…
Rokan í fjøruni í C
Hækkað rentustøðið ávirkar hálvársúrslit…
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjó…
Hvussu verður við sálarfrøðingi­num á Skú…
Veðrið um vikuskiftið
Vestanbakkin
Býraðs­húsið verður umvælt