Lýsing
Lýsing
Lýsing

Birita: Nógv at siga at enda væl

SKRIVAÐ: FSF  |  11.07.2024 - 18:42 Ítrottur Tíðindi

Kvinnulandsliðið leggur í løtuna síðstu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Montenegro, sum verður á Tórsvølli í morgin kl. 16:45. Áðrenn seinastu venjingini fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan.

Í morgin, fríggjadagin 12. juli klokkan 16:45 spælir føroyska kvinnulandsliðið næst seinasta dystin í hesari undankappingini, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli.

Føroyski hópurin kom saman mánadagin, og síðani hava tær lagt alla orka í at vera so væl fyrireikaðar sum tilber, nú enn ein EM uppgáva stendur fyri framman á heimavølli.

Seinnapartin hósdagin var seinasta venjingin á skránni, og sum heild eru allar væl fyri. Og áðrenn landsliðsvennjarin, Signe Pries Andersen av álvara setti venjingina í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan, ið higartil er skrásett fyri 32 A-landsdystir fyri Føroyar.

– Vónandi kunnu vit enda hesa undankappingina væl, og vit hopa eisini at síggja nógv fólk á Tórsvølli, sigur Birita Ryan millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…
KÍ-kvinnur­nar taptu báðar dystirnar í Ch…
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum; SÍ v…
Vunnu stig móti Norð­urmakedónia
Í dag byrjar Nations League
MENTAN­ARDAGAR í Fuglafirði
Send okkum uppskot til framløgur til ráð…
Pelagos tikið móti fyrstu lastini í Koll…
Rokan í fjøruni í C
Hækkað rentustøðið ávirkar hálvársúrslit…
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjó…
Hvussu verður við sálarfrøðingi­num á Skú…
Veðrið um vikuskiftið
Vestanbakkin
Býraðs­húsið verður umvælt