Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mjølnir fær ukrainska mótstøðu í Challenge Cup

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  17.07.2024 - 09:09 Ítrottur Tíðindi

Aftur í ár er Mjølnir við í CEV-Challenge cup. Hesuferð skal Mjølnir leika ímóti einum liðið úr Ukraina í oktober.

 




Í oktober í 2023, luttók Mjølnir í hesi kapping fyri fyrstu ferð. Fyrsti dysturin var í Badmintonhøllini í Klaksvík og í fyrsta settinum tók Mjølnir øll á bóli og hólvaði hálendska mótstøðuliðið av. Dysturin endaði tó 3-1 til hálendska liðið, sum fótaði sær aftur.


Mjølnir skal í ár leika ímóti VC Reshetylivka úr Ukraina. Fyrsti dysturin hjá Mjølnir verður á útivølli í døgunum 8. - 10 oktober. Returdysturin verður so 15. - 17. oktober í Badmintonhøllini í Klaksvík. Endaliga dagfestingin verður ásett seinni í vikuni. Staðfest verður eisini seinni, hvar útidysturin hjá Mjølnir skal leikast, tí hann verður ikki leiktur í Ukraina.


Føroysk lið hava møguleika fyri at luttaka í CEV-Champions League og í CEV-Challenge Cup. Mett verður, at mótstøðan enn er ov sterk við luttøku í Champions League, og tí hava liðini gjørt av at luttaka í Challenge Cup.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…
KÍ-kvinnur­nar taptu báðar dystirnar í Ch…
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum; SÍ v…
Vunnu stig móti Norð­urmakedónia
Í dag byrjar Nations League
MENTAN­ARDAGAR í Fuglafirði
Send okkum uppskot til framløgur til ráð…
Pelagos tikið móti fyrstu lastini í Koll…
Rokan í fjøruni í C
Hækkað rentustøðið ávirkar hálvársúrslit…
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjó…
Hvussu verður við sálarfrøðingi­num á Skú…
Veðrið um vikuskiftið
Vestanbakkin
Býraðs­húsið verður umvælt