Lýsing
Lýsing
Lýsing

GLOBECC Vitan um lívfrøðiliga margfeldi hjá hvalspýggju í føroyskum sjógvi

SKRIVAÐ: firum.fo  |  19.07.2024 - 20:52 Tíðindaskriv

Firum kann gleðiliga kunngerða GLOBECC. Ein verkætlan, sum skal leggja grundarlagið undir eftirliti við lívfrøðiliga margfeldinum hjá hvalspýggju í føroyskum sjógvi.

 

Skaðiligar hvalspýggjur eru ein vaksandi avbjóðing fyri alivinnuna í grannalondunum Noregi og Skotlandi, og veðurlagsbroytingarnar hótta bæði við at økja um títtleikan og álvarsemi av hesum blóman av hvalpýggja í Norðuratlantshavi.

Men sera lítil vitan er um hvalspýggju í føroyskum sjógvi. Hvørji sløg eru til staðar? Hvør er teirra útbreiðsla og lívsringrásir? Er hetta broytt við tíðini?

GLOBECC (Gelatinous Lifeforms in farOese waters: Biodiversity, rEgional Connectivity, and Capacity building) fer at leggja grundarlagið undir at svara hesum týðandi spurningum. Undir leiðslu av Dr. Amandu Vang, deildarleiðara á Firum, dregur GLOBECC úr einum fjøltáttaðum toymi av føroyskum og norskum granskingarsamstarvsfeløgum, umframt vinnulívssamstarvi.

Tvey ára verkætlanin fer at nýta verandi havgranskingarkanningar frá Firum, Havstovuni, eftirlitsátøk frá Bakkafrost og borgaravísindaligum verkætlanum hjá Sjósavninum.

Eitt aðalmál við verkætlanini er at stovna fyrsta tilvísingar datagrunnin fyri føroyska hvalspýggju. Hesin dátugrunnurin verður settur saman av mikroskopmyndum og DNA-greining av hvalspýggju, sum verða savnaðar undir verkætlanini. Síðani verður dátugrunnurin nýttur til at sniðgeva genetiskar kanningar til at eyðmerkja háváða verur sum amboð til føroysku aliumsitingina.

Eitt annað endamál er at skapa grunddátur, sum kunnu nýtast til at fylgja við arvabroytingum hjá hvalspýggju bólkur, sum eru tengdar at nærhendis og alheims veðurlagsbroytingum.

Vitanar deiling er ein avgerandi súla í GLOBECC og tí eru fleiri verkstovur settar á skrá til tess at uppbyggja føroyskan førleika í gelatinøsari djóraplanktontaksonomi og styðja undir havumsiting gjøgnum almenna vísindi.

 

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðið og samstarvsstuðli.

 

Verkætlanarsamstarvsfelagar:

Føroyar

  • Firum (verkætlanarleiðari)
  • Havstovan
  • Heilsufrøðiliga Starvsstovan
  • Sjósavnið
  • Bakkafrost

Noreg

  • Universitetsmuseet i Bergen
  • Havforskningsintituttet

Skotland

  • Bakkafrost
Lýsing
Seinastu tíðindini
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…
KÍ-kvinnur­nar taptu báðar dystirnar í Ch…
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum; SÍ v…
Vunnu stig móti Norð­urmakedónia
Í dag byrjar Nations League
MENTAN­ARDAGAR í Fuglafirði
Send okkum uppskot til framløgur til ráð…
Pelagos tikið móti fyrstu lastini í Koll…
Rokan í fjøruni í C
Hækkað rentustøðið ávirkar hálvársúrslit…
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjó…
Hvussu verður við sálarfrøðingi­num á Skú…
Veðrið um vikuskiftið
Vestanbakkin
Býraðs­húsið verður umvælt