Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alment reisigildi í Runavík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.07.2024 - 20:35 Ítrottur Mentan Tíðindi

Týsdagin hin 23. juli verður alment reisigildi, tá svimjihøllin, sum verður bygd uppí Bylgjuna norðureftir, er komin so væl áleiðis, at sperrurnar eru komnar upp og tryggjaðar

 

 

Bíðað hevur verið eftir møguleikanum at svimja í Runavíkar kommunu í 60 ár, og í hesum umfarinum eru tað á leið 9 ár síðan, at fyrireikingarnar byrjaðu til hesa verkætlanina, sum væntandi verður liðug um eitt lítið ár. Lítið varð gjørt burturúr, táið spakin varð settur í, ístaðin er ætlanin nú at halda reisigildi fyri borgarum okkara í økinum við svimjihøllina. Svimjihøllin er størsta íløgan hjá kommununi nakrantíð. Haldið byrjar týsdagin 23/07/24 kl. 16.

 

Skrá:

·      Jan Alexson, verkætlanarleiðari, greiðir frá inni í hondbóltshøllini.

·      Nes Sóknar Musikkfelag (Hornorkestrið) spælir 3 løg

·      Taekwondo felagið bjóðar okkurt til matna á grillum.

·      Enekk spælir nøkur løg.

·      Marita S. Hentze, býarverkfrøðingur, flytir fram røðu.

·      Kjartan Hansen, stjóri fyri Kanjon, flytir fram røðu.

·      Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flytir fram røðu.

·      NSM (Hornorkestrið) endar haldið við einum marsji.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drúgv skrá fyri sunnudagin
Petur Martin forkunnuga vitjan
Góður dagur í Fuglafirði
Upp í ‘gir’ á landsplan
Ókeypis konsert í Kolshøll við Elin Brim…
KÍ-kvinnur­nar taptu báðar dystirnar í Ch…
Norðoya Sjálvstýris­felag: Uppstilling ti…
Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum; SÍ v…
Vunnu stig móti Norð­urmakedónia
Í dag byrjar Nations League
MENTAN­ARDAGAR í Fuglafirði
Send okkum uppskot til framløgur til ráð…
Pelagos tikið móti fyrstu lastini í Koll…
Rokan í fjøruni í C
Hækkað rentustøðið ávirkar hálvársúrslit…
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjó…
Hvussu verður við sálarfrøðingi­num á Skú…
Veðrið um vikuskiftið
Vestanbakkin
Býraðs­húsið verður umvælt