Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eldri mynd | Mynd: Oliver Joensen

Veðrurin seldur fyri 60.000 krónur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2024 - 08:42 Mentan Tíðindi

Tað gjørdist met, tá veðrurin á Heystfagnaðinum á Eiði varð seldur leygarkvøldið

 

Prísirnir á øllum lutunum, sum vóru seldir høvdu ligið lutfalsliga høgt gjøgnum kvøldið, og hæddarpunktið var sum altíð, tá veðrurin skuldi seljast.

Metið frammanundan var nakrar 40.000 krónur, og tað var ikki beinanvegin líkt til, at prísurin fór at koma har upp. Men boðini vuksu alsamt, og tá uppboðssøluhaldarin, Eirikur í Jákupsstovu, staðfesti, at veðrurin var seldur, var prísurin heilar 60.000 krónur.

Vinnulívsmaðurin og fyrrverandi tingmaðurin Hanus Samró átti hægsta boðið, og fór væl nøgdur av Eiði í gjár.

Fyri fyriskipararnar av Heystfagnaðinum kom helst væl við góða prísinum á veðrinum, tí uppboðssølan er ein partur av fíggingini til at kunna halda fram við tí, sum tey kalla “Føroya bygdasligasta tiltak”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar
Kunning um trúboðan í Grønlandi
Á ferð gjøgnum býin
Dansihugni byrjar aftur
Dan í Soylu heldur ikki fram í KÍ
Fá tín boðskap við í valbløðini
Raðfesta børnini – Hægri barna­frádrátt
SMS verður ætlandi partur av børsskráse…