Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunning um trúboðan í Grønlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2024 - 14:00 Mentan Tíðindi

Í Betesda mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane Sivertsen, sum búgva í Nuuk, og Niels og Miriam Vang, sum búgva í Eysturgrønlandi, greiða frá teirra trúboðanararbeiði har.

 

Í 1970 fóru hjúnini Jonna og Hans Sivertsen til Grønlands, har tey virkaðu saman sum trúboðarar, bæði í Nuuk og barnalegunum við Ameralikfjørðin, í næstan hálva øld. Í 2017 tók HARRIN Jonnu heim til Sín, og árið eftir, í 2018, flutti Hans heimaftur til Klaksvíkar, her hann nú býr.

Fyri fáum døgum síðan kundi Hans Sivertsen hátíðarhalda sín 80 ára føðingardag, og millum gestirnar vóru tvey av børnum hansara, sum í dag føra verkið víðari í Grønlandið. Hesi eru Filip Sivertsen og Miriam Vang, sum saman við hjúnafelagum sínum virka í hvør sínum landsluti í hesum stóra landinum Grønland.

Filip og konan Ane, sum er úr Danmark, búgva í Nuuk, har tey eru virkin í samkomuni, sum eitur Naalakkap Jiisusip Oqaluffia (NJO), og í barnalegunum við Ameralikfjørðin.

Frá 2015 til 2017 vóru tey á bíbliuskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum NTM í Onglandi, og fluttu síðan aftur til Grønlands at halda fram at virka fyri HARRAN har. Miriam og Niels Vang fóru í 2001 til Eysturgrønlands at virka sum trúboðarar, eftir at tey høvdu verið á bíbliuskúla hjá NTM.

Tey búgva í dag í Tasiilaq, har ein lítil samkoma nú er, har møti eru hvønn sunnudag og hóskvøld umframt onnur tiltøk. Nógv ung koma í samkomuna, og Miriam og Niels samskifta nógv við hesi.

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda, Klaksvík, mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane saman við Niels og Miriam greiða frá teirra arbeiði fyri HARRAN í Grønlandi.

Hjartaliga vælkomin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar
Kunning um trúboðan í Grønlandi
Á ferð gjøgnum býin
Dansihugni byrjar aftur
Dan í Soylu heldur ikki fram í KÍ
Fá tín boðskap við í valbløðini
Raðfesta børnini – Hægri barna­frádrátt
SMS verður ætlandi partur av børsskráse…