Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hans Eiler Hammer vitjaði á redaktiónini | Mynd: Jóhann Lützen

Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu sms-boðini til dótturina er drívmegin handan bókina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2024 - 08:36 Tíðindi

Hans Eiler Hammer leggur nú um dagarnar bókina ”Lítur aftur um bak” fram, og har kemur hann í hesum valstríðsdøgum millum annað inn á hetta við, um prestar eiga at stilla upp til politikk ella ikki. Eisini fingu vit hann at seta orð á, hví hann gevur bókina út

 

Kommunuval er í hondum hendan gráa oktoberdagin, tá Hans Eiler Hammer vitjar Norðlýsið og hevur samrøðu, nú bókin hjá Hans Eileri er á gáttini. Í bókini er ein heilur kapittul um, hvørt tað er rætt fyri ein prest at stilla upp fyri politiskar flokkar. Vit spyrja Hans Eiler beinleiðis um tað:

 

– ”Ja, eg eri komin til ta niðurstøðu, at man skal halda seg vekk frá politikki, tá man er prestur. Tá eg var prestur í Føroyum, bleiv eg spurdur fleiri ferðir, um eg vildi stilla upp, og tá seg eg konsekvent nei. Í Danmark segði eg tó eina ferð ja, og fekk rímiliga nógvar atkvøður, men eg merkti øgiliga væl, at teimum, sum komu oftast í kirkju, dámdi tað ikki. Tá hevði man valt síðu og lit, og tí vildu tey helst vera fyriuttan”, sigur Hans Eiler, og leggur so trumfin á:

 

– ”Og so er tað ein hending, sum fer fram valnáttina, beint aftaná valið, sum ger, at eg næstan fekk spýggjandi vaml fyri politikki. Menn fóru til hendurs fyri smáting og í fyllskapi, so eg valdi at fara úr flokkinum og úr politikki, hóast eg lá sum nummar 4 á listanum. Í stuttum eri eg nú av teirri sannføring, at ein prestur skal røkja tað kall, hann er kallaður til, og ikki fara upp í politikk”.

 

Spurdur um, hví hann hevur valt at geva bókina út, sigur Hans Eiler:

 

– ”Tá eg byrjaði at skriva, hevði eg samband við tvey onnur fólk, sum eggjaðu meg til at skriva. Tað, sum serliga var drívmegin, var málið í Norður-Norra, tá eg varð ákærdur – og seinni fríkendur -  fyri at hava sent dóttur míni eini ónærislig sms-boð, og sum eg ongantíð sjálvur reiðiliga eri sloppin at seta orð á. Onkuntíð hava miðlar ringt, men teir hava skrivað partar, ongantíð alt. Eisini føroyska Kringvarpið ringdi til mín, men øll hava ikki hoyrt tað, og samstundis veit eg, at tað hevur verið nógv tosað um tað”, sigur hann.

 

– ”Eg kundi tó ikki skriva eina heila bók um bara hetta eina málið, so eg fór kronologiskt til verka, og bókin er tí á ein hátt ein ævisøga. Eg havi tað soleiðis, at so skjótt eg seti mær nakað fyri, so vil eg hava tað liðugt, og bókin varð so liðugt skrivað á páskum í ár. Síðani hevur hon verið til rættlesturs og er klárgjørd til prent. Og sum sagt komu nøkur viðurskifti við, sum eg kanska ikki hevði ætlað komu við”, leggur Hans Eiler afturat.

 

Hans Eiler sigur, at tað er heilt tilvitað, at hann ikki nevnir nøvn í bókini:

 

– ”Eg havi sjálvur merkt Fólkadómstólin, bæði innan fyri missiónina, kirkjugátt og millum manna. Men ein onnur orsøk til, at eg ikki nevni nøvn, er, at stundum snýr tað seg als ikki um persónin, men um embætið”, sigur Hans Eiler, og nevnir Føroya biskup sum dømi. – ”Tað er tað valdið, biskupurin hevur, sum eg sipi til”, sigur Hans Eiler, og kemur eisini inn á eitt mál á Tvøroyri, eins og innan Heimamissiónina, men endamálið er ikki at útstilla nakran, sigur Hans Eiler Hammer avgjørdur.

 

At enda sigur Hans Eiler, at hann fegin vil hava við, at útgávan av bókini hevur givið sær frið. Hann er javnan spurdur um tað øvuta – um hann ikki er nervøsur fyri, hvussu bókin fer at verða móttikin. Tað er hann ikki, tvørturímóti, leggur Hans Eiler Hammer eina við her til endans.

 

Bókin kemur út hósdagin 24. oktobur og í tí sambandi verður forvitnislig bókaframløga kl. 20:00 á Reinsarínum í Tórshavn og fríggjakvøldið 25. oktobur kl. 18.30 á Seglloftinum á Tvøroyri. Ókeypis atgongd og til ber at keypa bókina á staðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú tori eg at ganga til handils
Løgmaður í 2017: Lands­stýris­mála­nevndin…
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar
Kunning um trúboðan í Grønlandi
Á ferð gjøgnum býin
Dansihugni byrjar aftur
Dan í Soylu heldur ikki fram í KÍ
Fá tín boðskap við í valbløðini