Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú tori eg at ganga til handils

SKRIVAÐ: Oddmar á Lakjuni  |  23.10.2024 - 11:48 Politikkur Tíðindaskriv

Júst soleiðis vóru orðini frá einum eldri manni eg tosaði við, sum var farin til gongu til handils. Hetta var beint eftir, at gongubreytin við Stangavegin varð liðug og tikin í nýtslu.

 

Hesi fáu orðini hava sitið fast í mær og eru ein staðfesting av, hvussu nógv tað hevur at siga, at vit í býnum hava tryggar farleiðir til øll.

Tá eg sjálvur gjørdist pápi, gjørdist tað veruliga greitt fyri mær, hvussu týdningarmikið tað er við góðum og tryggum gongubreytum. Eg havi tvey lívlig børn, sum eru 2 og 4 ára gomul. Sum pápi havi eg ábyrgdina at ansa eftir, at tey eru trygg, tá ið vit ganga í býnum ella spæla úti. Hjá mær snýr tað seg ikki bara um asfalt og betong, men um okkara framtíð - um tað at geva okkara børnum eitt trygt og virðiligt lív. Tað er hetta, sum drívur meg at arbeiða fyri, at vegirnir í kommununi skulu vera tryggari og betri fyri øll.

 

Ein greið rødd frá borgarunum

Tað eru ikki einans vit smábarnaforeldur, sum hava tørv á tryggum farleiðum. Fyri tey eldru, sum minnast Klaksvík frá fyrr, har bilar vóru færri og ferðslan øðrvísi, kann ein nýggj gongubreyt gera ein heilt grundleggjandi mun.

Vit vita frá borgarakanningini sum kommunan gjørdi í 2023 at:

·      Annar hvør borgari ynskir hægri raðfesting til vegir og gonguteigar

·      Triði hvør ynskir meiri fokus á ferðslutrygd.

Tað er greitt, at hetta er eitt mál, sum vit øll kenna okkum knýtt at – tað snýr seg um lívsdygd, tryggleika og trivnað.

 

Framstig og framtíðarætlanir

Sum formaður í teknisku nevnd ynskti eg sjálvsagt, at hetta skuldi fáa hægri raðfesting, og eri eg glaður fyri, at býráði tók undir við hesum. Serligt fokus hevur verið sett á gongubreytir á tí tekniska økinum og Ferðslutrygd fekk serstaka játtan á fíggjarætlanini fyri 2024.

Vit síggja úrslit – nýggjar gongubreytir við Stangavegin, har eingin gongubreyt hevur verið síðani vegurin bleiv gjørdur av Landsverk og síðani yvirtikin av kommununi fyrst í nítiárunum. Harumframt eru fleiri aðrar gongubreytir betraðar.

Eg eri serliga stoltur av, at fólkið hevur tikið so væl ímóti hesum arbeiði, men er tað tó greitt, at vit hava nógv eftir at gera.


Ferðslutrygd er ikki bert ein teknisk avbjóðing – tað snýr seg um trivnað og um at geva borgarunum eina trygga leið at ganga, spæla og liva. Um tú ert ein mamma við barnavogni, ein pápi við tveimum børnum – sum eg – ella ein borgari, sum bara vil ganga sær ein tryggan túr, so er hetta nakað vit øll hava til felags.

 

 

Betraðar farleiðir – nú á Gerðagøtu og við Varpið

Vit hava eisini gjørt stór framstig á øðrum týðandi leiðum. Í løtuni eru vit ígongd á Gerðagøtu, har tørvurin á betri farleiðum er stórur. Hendan gongubreytin, sum gongur frá Kráargøtu til Geilina, er serliga týdningarmikil fyri børn, ið ganga til og frá skúlanum, og fyri onnur, ið ferðast á hesi farðleiðini.

Við Gerðagøtu verður nú eisini arbeitt við at tálma ferðsluni, serliga á horninum inn til Kráargøtu, soleiðis at bilar ikki kunnu koyra ov skjótt inn á Kráargøtu. Hetta ger bæði umhvørvið og ferðsluna tryggari. Harumframt hava vit lagt flísar á gongubreytina út eftir Klaksvíksvegnum, og tað sama verður gjørt við Varpið. Hetta ger ikki bara staðið meiri snotuligt, men eisini tryggari og betri skipað.

 

Hjartamál fyri framtíðina

Eitt av mínum málum er at halda áfram at betra um gongubreytirnar í øllum býlingum. Við fleiri og betri farleiðum kunnu øll – ung sum gomul – føla seg tryggari. Tað er ein gleði hjá mær at síggja, hvussu hesar betringar gera ein mun fyri øll í kommununi.

Eg ynski, at vit framhaldandi arbeiða við hesum – soleiðis at tað verður trygt hjá okkara børnum og øllum borgarum at ganga í býnum.

Saman kunnu vit gera ein mun – og tryggja, at tað verður trygt at ganga - eisini til handils.

 

 

Oddmar á Lakjuni

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prógvhandan á Föroya Bjór
Bigge hugleiðir úr Grikkalandi
Reiggjur koma ikki upp at hanga
Nú tori eg at ganga til handils
Løgmaður í 2017: Lands­stýris­mála­nevndin…
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar
Kunning um trúboðan í Grønlandi
Á ferð gjøgnum býin