Lýsing
Lýsing
Lýsing

ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøkum um sjálvboðin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2024 - 10:03 Ítrottur Tíðindi

- Eg tori at siga, at tey sjálvbodnu eru grundarlagið undir øllum ítróttalívi og øllum ítróttafelagsskapum í Føroyum. Uttan tey bar einki til. So avgjørdur er Magnus Tausen, varaforseti í ÍSF, sum hevur fingið Jesper Frigast Larsen, ið eitt nú hevði ábyrgd av donsku OL-luttøkuni, til Føroya at tosa um sjálvbodna arbeiðið

 

 

 

Frá 23.-29. oktober fer ÍSF á ferð kring landið fyri at seta fokus á stóra og týðandi sjálvbodna arbeiðið. 

- Vit eru sera fegin um at hava fingið Jesper Frigast Larsen, til Føroya. Á ein undirhaldandi hátt fer hann at tosa um “Frivillighed under pres” – og hann veit, hvat hann tosar um. Jesper hevur arbeitt innan ítrótt alt sítt lív. Innan danska golfsambandið, sum ítróttarábyrgdari hjá Team Danmark og ikki minst hjá Dansk Idræts Forbund, har hann eitt nú hevði ábyrgdina av OL-luttøkuni hjá Danmark fleiri ferðir.

Á øllum tiltøkunum verður eisini sofaprát við ymisk lokal sjálvboðin, sum greiða frá sínum upplivingum í føroyskum ítróttalívi. 

- Eitt av málunum hjá ÍSF er at fjølga um tey sjálvbodnu. Hetta átakið er ein liður í tí. Vistu tit til dømis av, at tey, sum eru virkin í sjálvbodnum arbeiði, eru glaðari í gerandisdegnum, spyr varaforsetin í ÍSF.

Tiltøkini eru ókeypis og eru ætlað nevndarlimum, venjarum, íðkarum, foreldrum og øðrum áhugaðum kring landið. Tey byrja kl 19.00 hvørt kvøld og eru umleið tveir tímar.

ÍSF á ferð 2024 verður á hesum støðum:

  • 23. oktober, Ítróttarhúsið á Svangaskarði. Eldsál: Hanna Olsen, Víkingur
  • 24. oktober, Trongisvágs skúli. Eldsál: Otto Gram, TB Flogbóltur
  • 27. oktober, Skúlin á Giljanesi. Eldsál: Christina Ravnsfjall , 07 Vestur
  • 28. oktober, Skúlin á Skúlatrøð. Eldsál: Sonja Kjølbro, Klaksvíkar Róðrarfelag
  • 29. oktober, Kantinan hjá Føroya Tele í Hoyvík. Eldsálir: Jógvan K. Glerfoss, Bragdið & Súsanna Maria Hansen, B36

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú tori eg at ganga til handils
Løgmaður í 2017: Lands­stýris­mála­nevndin…
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar
Kunning um trúboðan í Grønlandi
Á ferð gjøgnum býin
Dansihugni byrjar aftur
Dan í Soylu heldur ikki fram í KÍ
Fá tín boðskap við í valbløðini