Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Føroysk Tónaskøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2024 - 10:04 Mentan Tíðindi

Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT) hevði aðalfund 2. oktobur 2024. Á fundinum varð Guðrið Hansdóttir vald í nevndina fyri Onnu Katrin Egilstrø sum tók seg úr nevndini. Nevndin hevur skipað seg við Sunleif Rasmussen sum formanni, Kristian Blak sum kassameistara, Heðin Ziska Davidsen sum skrivara og Guðrið Hansdóttir sum nevndarlimi

 

Virki felagsins hevur farna árið veri serliga merkt av, at felagið var vertur fyri altjóða nútíðartónleikafestivalinum World New Music Days, har áleið 100 vitjandi tónaskøld og samstarvsfelagar og 140 nýggj verk úr øllum heiminum, umframt føroyum, vóru framførd teir 10 dagarnar festivalurin var.

Hettar komandi árið, fer felagið framhaldandi at arbeiða fyri, at umstøður og kor hjá tónaskøldum vera hildin við líka og betraði.

Hetta fevnir um áhaldandi samband og samstarv við KODA, útvega stuðul til festivalar, ið hava føroyskan original tónleik á skrá og útvega stuðul til tónleika útgávur og tónleikaferðir við føroyskum original tónleiki.

Eisini hevur felagið umboðan á Nordic Music Days, sum verður í Glasgow síðst í mánaðinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú tori eg at ganga til handils
Løgmaður í 2017: Lands­stýris­mála­nevndin…
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar
Kunning um trúboðan í Grønlandi
Á ferð gjøgnum býin
Dansihugni byrjar aftur
Dan í Soylu heldur ikki fram í KÍ
Fá tín boðskap við í valbløðini