Lýsing
Lýsing
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av KÍ-venjarum
Eingin KÍ-venjari í nýggjari tíð hevur so høgt stig pr. dyst í Betri Deildini sum Espen Haug.
Espen Haug hevur verið venjari í 20 landskappingardystir. Og hann er tann KÍ-venjarin, sum í nýggjari tíð hevur hægst stig pr. dyst við 2,60. Vinnur KÍ leygardagin í Fuglafirði kemur talið uppá 2,62, har tað verður standandi, tí Espen heldur ikki fram í KÍ.
Topp 4 stig pr. dyst hjá KÍ í nýggjari tíð, sum í hesum føri er aftur til og við 1990, har vit hava gjørt sigrar um til trý stig, tá teir góvu tvey stig, so soleiðis út:
2,60: Espen Haug
2,48: Magne Hoseth
2,23: Mikkjal K. Thomassen
1,91: Jóannes Jakobsen
Kelda: FaroeSoccer
Seinastu tíðindini