Lýsing
Lýsing
Lýsing

Raðfesta børnini – Hægri barnafrádrátt

SKRIVAÐ: Terja Ósá Sivertsen  |  22.10.2024 - 10:20 Politikkur Tíðindaskriv

Hóast Klaksvíkar kommuna er ein av stórstu kommunum í landinum, so sæst hetta ikki aftur í barnafrádráttinum. Miðal barnafrádrátturin í Føroyum er 8.036 kr. pr. barn, meðan hann í Klaksvík einans er 6.500 kr. Munurin er heilar 1.536 kr.

 

 

 

 Hetta má broytast skjótast gjørligt.

Síðani kommunuvalið í 2020 er barnafrádrátturin hækkaður 1.000kr. Tá var miðal barnafrádrátturin 7.071kr. Tá vóru vit eisini 1.571kr undir miðal barnafrádráttinum.
Vit muga javnsetast við aðrar kommunur.

Tað er einki, sum týðir uppá, at tað er bíligari at búgva í Klaksvík enn í øðrum kommunum, og tí undrar tað meg, at barnafrádrátturin er so lágur her hjá okkum.

Børnini krevja nógv fíggjarliga, og nógvar familjur eru fíggjarliga sperdar. Við at hækka barnafrádráttin, ynski eg at vera við til at lætta um hjá familjuni. 

Tað kemur okkum øllum til góðar, um barnafamiljan hevur fleiri pengar um hendi, tí hesin peningur kemur í umferð, og á tann hátt kemur peningurin lutvíst inn aftur í lands- og kommunukassan.

Størsti týdningurin, ið ikki kann gerast upp í peningi, er, at vit raðfesta góð livikor til børnini.

Hjartamálið er at hækka barnafrádráttin, so tað munar. Fái eg møguleikan, vil eg virka fyri, at barnafrádrátturin verður hækkaður við 1000 krónum fyrsta árið, og at hann síðan hækkar so líðandi í valskeiðnum.

 

Terja Ósá Sivertsen

Valevni fyri javnaðarflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar
Kunning um trúboðan í Grønlandi
Á ferð gjøgnum býin
Dansihugni byrjar aftur
Dan í Soylu heldur ikki fram í KÍ
Fá tín boðskap við í valbløðini
Raðfesta børnini – Hægri barna­frádrátt
SMS verður ætlandi partur av børsskráse…