Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bókin kemur út hósdagin 24. oktobur og í tí sambandi verður forvitnislig bókaframløga kl. 20:00 á Reinsarínum í Tórshavn og fríggjakvøldið 25. oktobur kl. 18.30 á Seglloftinum á Tvøroyri. Ókeypis atgongd og til ber at keypa bókina á staðum

Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2024 - 15:15 Mentan Tíðindi

Í hesum døgum gevur Hans Eiler Hammer, fyrrverandi prestur í Klaksvík, bók út við heitinum ”Lítur aftur um bak”. Norðlýsið fekk vitjan av Hans Eiler, og vit spurdu nærri til bókaútgávuna.

 

 

Hans Eiler Hammer búði síni barnaár bæði á Argjum og í Klaksvík, og foreldur hansara vóru trúboðarar í KFUM & K. Hann hevur eisini búð á Tvøroyri, men kom so aftur at ganga í 9. og 10. flokki í Klaksvík. Nakað seinni fór hann at lesa gudfrøði og kom til Klaksvíkar at vera prestur árini 1998-2006. Síðani flutti hann til Noregs, har hann áður hevði lisið og hitt konu sína. Hann var prestur í knapt 5 ár í Norður-Noregi, og tá hendir nakað keðiligt, sum eisini verður nevnt í bókini.

 

– ”Eg verði ákærdur fyri at hava sent eini ónærislig SMS-boð til dóttur mína, og vit máttu fara víðari við tí málinum fyri at fáa tað út av verðini. Í millumbilinum koyrdi eg buss við heitinum Hammer Shuttle, og so gekk leiðin til Danmarkar, har eg var prestur í 6 ár. Tey tvey seinastu árini havi eg verið prestur í donsku kirkjuni í Týsklandi”, sigur Hans Eiler.

 

Bókin, sum Norðlýsið hevur fingið eitt eintak av, er forvitnisliga sett upp sum eitt slag av samrøðu við høvundan sjálvan. Spurningarnir standa í tekstboksum, og so verða teir svaraðir í kapitlunum í bókini. Vit spyrja Hans Eiler, hví hann hevur valt hetta forkunnuga sniðið:

 

– ”Tað var soleiðis, at í fyrstuni skrivaði eg bókina saman við einari tíðindakvinnu, Randi Benedikte Mohr, sum eg av tilvild kom at kenna, og tað er hon, ið setur spurningarnar í bókini. Tá ið vit avgjørdu sniðið, kjakaðust vit um, hvørt tað skuldi skrivast sum greinar í t.d. Kristeligt Dagblað. Avgerðin um, at tað skuldi vera ein bók, kom seinni, men sniðið varð varðveitt. Tað er eitt snið, sum m.a. er brúkt til bókina ”Det skal mærkes at vi lever” um Johannes Møllehave, so haðani stavar íblásturin”, sigur Hans Eiler Hammer.

 

Hans Eiler og Randi hava samskift saman, har hon hevur sitið í Havn og hann í Týsklandi. Hans Eiler viðurkennir, at meira kom í bókina, enn hann hevði ætlað frá byrjan. Vit spyrja hann í tí sambandinum um ein av kapitlunum í bókini, ið eitur ”Var hetta tað endaliga asnasparkið?” og um hann í dag er ein beiskur maður av tí, sum hendi.

 

– ”Orsøkin til, at eg brúki hasa yvirskriftina, har eg umrøði tíðina, tá eg kom aftur úr Noregi, og hetta málið við dóttrini kom fram, har eg bleiv ákærdur, er, at vit vunnu málið yviri í Noregi afturi í 2011-13 (endaliga í 2013, tá eg fekk fíggjarligt endurgjald fyri ”tort og svie”). Men tá eg so søki størv í Føroyum, og eri í sambandi við Føroya biskup, fái eg alla tíðina at vita, at hurðin stendur opin, og eg kann taka tað róligt. Men eg søki fleiri størv, og tað vísti seg at vera púra ógjørligt. Eg varð gamaní kallaður inn til samrøður, men tað merktist væl, at setanin av onkrum øðrum longu var avgjørd”, sigur Hans Eiler, og heldur fram:

 

– ”Tá ið eg hevði søkt 4-5 ferðir, serliga »føroyska« starvið, eg søkti á Ríkissjúkrahúsinum, og ikki fekk tað, hóast eg hevði meiriluta í kirkjuráðunum, so føldi eg tað sum eitt endaligt asnaspark úr føroysku fólkakirkjuni. Til spurningin um, hvørt eg eri ein beiskur maður, so vil eg siga, at tað eri eg ikki. Eg eri komin víðari, men eg loyvi mær at undrast á, at eg saktans kann fáa størv í Danmark og í Týsklandi, meðan tað er ómøguligt at fáa nakað í Føroyum. Eg eri ikki beiskur, men eg undrist”, sigur Hans Eiler Hammer.

 

Mamma Hans Eiler Hammer hevur annars vígt alt sítt lív til Missiónshúsið á Toftum, men hon fekk hug at melda seg úr, eins og Hans Eiler hevði hug at melda seg úr Fólkakirkjuni, av hesum tilburðinum. Í staðin tók hon ein steðg, har hon møtti upp, men ikki var eins virkin og annars. Men hon segði við Hans Eiler, at hann átti ikki at melda seg úr kirkjuni, tí har var heilt víst eitt annað starv til Hans Eiler, um ikki í Føroyum, so aðrastaðni. Og rætt fekk hon:

 

– ”Eg søki rættiliga tilvildarligt hetta starvið í Danmark, og skrivaði umsóknina dagin fyri umsóknarfreistina. Eg varð boðin til samrøðu, og síðani til royndarprædiku, og tað gingu einir tveir dagar, so hevði eg tað starvið, so mamma mín fekk rætt”, sigur Hans Eiler Hammer.

Øll minnini úr Klaksvík eru tó ikki ring, sigur hann eisini, og Hans Eiler er serliga fegin um teir konfirmantarnar, hann hevur klakt, sum nú eru væl og virðiliga vaksnir, aftur. Eisini minnist Hans Eiler við gleði aftur á KÍ-heimadystirnar. Fólk vóru glað fyri at fáa Hans Eiler á gátt, og tað er nakað, sum í nógv minni mun kemur fyri í Danmark. Hann minnist somuleiðis aftur á minni, sum eru góð, hóast tey vóru sera tung, og av teimum minnist hann serliga væl sorgarbeiðið og jarðarferðina í sambandi við, tá skiparin á Ågot fór.

 

Randi Benedikte Mohr hevur skrivað spurningar og Hans Eiler hevur svarað. Randi hevur føroyska mammu, er uppvaksin í Danmark og útbúgvin á Danmarks Journalisthøjskole. Hon hevur áður arbeitt á BT, millum annað á Christiansborg. Hon býr í Føroyum og skrivar serliga fyri Ritzau um føroysk viðurskifti. Hetta er hennara fyrsta bók.

Bókin kemur út hósdagin 24. oktobur og í tí sambandi verður forvitnislig bókaframløga kl. 20:00 á Reinsarínum í Tórshavn og fríggjakvøldið 25. oktobur kl. 18.30 á Seglloftinum á Tvøroyri. Ókeypis atgongd og til ber at keypa bókina á staðum.
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar
Kunning um trúboðan í Grønlandi
Á ferð gjøgnum býin
Dansihugni byrjar aftur
Dan í Soylu heldur ikki fram í KÍ
Fá tín boðskap við í valbløðini
Raðfesta børnini – Hægri barna­frádrátt
SMS verður ætlandi partur av børsskráse…