Lýsing
Lýsing
Lýsing
Konan Ester frammanfyri Akropolis | Mynd: Jákup Mikkelsen

Bigge hugleiðir úr Grikkalandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2024 - 13:36 Mentan Tíðindi

Sokrates og allir hinir hava latið nógv eftir seg sum verður kent so leingi menniskja er á klótuni. Men úti í Svínoy finst eisini nógvur lívsvísdómur, hugleiðir Jákup Mikkelsen nú hann og konan eru stødd í fólkaræðisins vøggu

 

Vit endurgeva hugleiðingarnar niðanfyri. 

 

Fjøllini eru gingin, flettingin liðug, krovini komin at hanga, fyltir sperlar ræstna, garnmørðrar komnir at liggja, høvdini sviðin, so nú er bara at bíða eftir at fyrstu rivini eru røst.

Knappar tveir tímar við Atlantic so vóru vit í Kongens København. Inni á Ráðhúsplássinum fært tú eina góða stokta pylsu. Kanska tað frægasta føroyingar hava fingið burtur úr ríkisfelagsskapinum. Men eitt slag av kultursjokki at standa í einum flettingarrúmi uppiyvir einari vomb og so at kveyla eina pylsu av grísi niður í seg.

Knappar tríggjar tímar við Norwegian, so vóru vit í Athen. Her gingu teir Sokrates, Platon, Aristoteles og mangir við teimum. Komin niðan á Akropolis fóru tankarnir veruliga á flog. Hetta søguliga staðið er so sera týdningarmikið fyri heimssøguna. Her var fólkaræðið knæsett. Tíðin steðgaði. Eg hevði ikki hugsað at mær fór at eydnast at seta fótin á hetta fantastiska staðið, Akropolis, í Athen í Grikkalandi. Paulus var eisini her. Beint við síðna av Akropolis er ein heyggur. Her talaði Paulus fyri grikkum. Apostlasøgan kap. 17!

Hetta rørdi sinnið á ein heilt annan hátt enn tá eg vitjaði Lenin Mauselum í Moskva í 1994. Har lá Lenin allur sum han var, í eini kistu. Eg skalv bara við tankan um hvat Lenin hevðist at og hvussu nógv menniskja lív hann hevði uppá ä samvitskuna um nøkur var.

Tá var ólíka at vitja í Ísrael, í fótasporum Jesusar. At standa við Golgata har Jesus gav sítt lív, fyri at geva øllum, sum trúgva á hann eitt ævigt lív heima í himli, var grípandi.

At flúgva 5 tímar og uppliva eina søgu sum gongur nøkur túsund ár aftur er sera hugvekjandi.

Sokrates og allir hinir hava latið nógv eftir seg sum verður kent so leingi menniskja er á klótuni. Men úti í Svínoy finst eisini nógvur lívsvísdómur. Har fella nógv gullkorn líka mikið um tú tosar við Poul Sivar, Eyðun, Símun, Óla, Bjarta ella Ólav.

Vit bæði Ester og eg fara skjótt at venda nøsina norð eftur aftur. Fyrst ætla vit okkum ein túr til Korint og so til Danmarkar.

Røstu rivini verða skjótt klár so virðið av eini ríkisfelags pylsu fánar burtur í onki og verður umlopin.

At ferðast er fantastiskt, men onki er so gott sum at koma heim!!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bóndur og ognarmenn
Leigan á 31 nýggjum leiguíbúðum í Klaksv…
Prógvhandan á Föroya Bjór
Bigge hugleiðir úr Grikkalandi
Reiggjur koma ikki upp at hanga
Nú tori eg at ganga til handils
Løgmaður í 2017: Lands­stýris­mála­nevndin…
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar