Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varandi heimur - ráðstevna og framsýning um grøna orkuskiftið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2024 - 09:16 Tíðindi

Fríggjadagin og leygardagin 25. og 26. oktober verður ráðstevnan og framsýningin ”Varandi heimur” um grøna orkuskiftið í ítróttarhøllini á Giljanesi.

 

 

Vinnuhúsið og Umhvørvisstovan hava verið við til at leggja skránna fyri ráðstevnuna, tí tey halda, at orkuskiftið gongur ov seint.

 

Framløgur fríggjadagin

Á ráðstevnuni fara nøkur av teimum fremstu á økinum at leggja fram.

Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, fer lýsa orkurenslið í Føroyum, og SEV fer at greiða frá almennu útbyggingarætlanini til 2040.

Nakrar av teimum størstu útflutningsfyritøkunum, Bakkafrost og Hiddenfjord, sum eisini vilja, at orkuskiftið gongur skjótari, fara at leggja fram, og Ari Johannesson fer at greiða frá el-veitingarlógini.

Orkufyritøkurnar Effo og Magn vilja sleppa at framleiða og selja varandi orku og leggja somuleiðis fram, og Súsanna Berg umboðar Vinnuhúsið.

Ráðstevnan snýr seg eisini um orkuskiftið á sjónum. Hesum taka Mest og Smyril Line sær av.

Haraftrat fara tveir serfrøðingar á hvør sínum øki, Bogi Bech Jensen og Johnny í Grótinum, at leggja fram síni sjónarmið um orkuskiftið.

Og FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, fer at siga sína hugsan um orkuskiftið.

 

Framløgur leygardagin

Leygarmorgunin byrjar við, at veðurlagsgranskarin, Sebastian Mernild, sum granskar í jøklum, og Karin M. H. Larsen, granskari í havstreymum, siga frá síni gransking.

Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni fer at greiða frá, hvussu langt orkuskiftið er komið í Føroyum, og Tórbjørn Jacobsen frá Føroya Kommunufelag fer at tosa um leiklutin hjá kommununum í orkuskiftinum.

Ragnar Mouritsen, verkfrøðingur og serfrøðingur í grønum loysnum til virkir og privathús, leggur eisini fram.

 

Royndir hjá privatum og virkjum

Seinnapartin leygardagin verður dentur lagdur á, hvørjar royndir privatfólk og virkir hava við alternativum orkukeldum.

Bjarti Thomsen hevur drúgvar royndir við alternativum orkuloysnum, Páll Rói Poulsen selur stórbilar, sum luttvíst verða drivnir við elorku, Gunnar Restorff fer at tosa um fyrimunin við el-bilum, og Poula Michelsen frá PM fer at tosa um, hvussu nógv kann sparast við at brúka spillhita.

Umboð fyri Glasir fara at greiða frá grønu loysnunum har, og Cecilia Nolsøe Sørensen sigur, at hitapumpa og el-bilur er tað sama sum fíggjarligt frælsi.

 

Framsýningin

Á framsýningini verða sjey fyritøkur, sum veita hitapumpuloysnir við jarðhita og luft til vatn og stýringar. Onkrar teirra hava eisini royndir við sjóhita og sólorku. Talan er um fyritøkurnar Hiti, Demich, Effo, Jarðhiti, Klima Shop og Atek/Focus. Fyritøkan Klima tekur sær av stýringum til hitaskipanir.

SEV fer at greiða frá grøna málaranum, og møguligt verður eisini at hitta Hiddenfjord og Umhvørvisstovuna.

 

Kaffi í høllini

Í høllini verður eisini høvi at keypa leskiligan mat frá Asian Food Restaurant og vaflur og kakao frá skótunum í Vágunum.

Opið verður frá 8.40 til 18.00 fríggjadagin og frá 9.40 til 17.00 leygardagin. Ráðstevnan verður stroymd.

 

Høgra stendur fyri ráðstevnuni og framsýningini Varandi heimur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takksom fyri ein so góðan dag!
Sunleif Rasmussen formaður í Felagið Før…
ÍSF kring landið við áhugaverdum tiltøku…
Hans Eiler Hammer: Ákæran um ónærisligu…
Broyttur roknskaparháttur vent hall til…
Espen Haug hevur hægst stig pr. dyst av…
Mentan­arvirðislø­nir landsins í Varpinum…
Starvs­fólk á skeið í lívbjarging
Fundurin í lands­stýris­mála­nevnd­ini er ti…
Ognað Hans Sivertsen á 80 ára degnum
Máar undan trúvirði­num at aðalráð skúgva…
Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak
Hugnaløta fyri blóðgevar
Kunning um trúboðan í Grønlandi
Á ferð gjøgnum býin
Dansihugni byrjar aftur
Dan í Soylu heldur ikki fram í KÍ
Fá tín boðskap við í valbløðini
Raðfesta børnini – Hægri barna­frádrátt
SMS verður ætlandi partur av børsskráse…