Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við støðugum viðlíkahaldi kunnu vit forða fyri kostnaðarmiklum arbeiði

SKRIVAÐ: Hermann Samuelsen  |  24.10.2024 - 23:49 Politikkur Tíðindaskriv

Eitt væl útbygt undirstøðukervið er neyðugt fyri eina framkomna kommunu. Eg ynski eitt væl skipað vegakervi, tryggar havnir, meira kommunalt viðlíkhald og at ólidar verkætlanir verða avgreiddar.

 

Vegakervi og viðlíkahald

Vegakervið er sera týdningarmikil partur av undirstøðukervinum í Klaksvík og í kommununi sum heild. Tryggar gongubreytir, góð parkeringsviðurskiftir og væl hildnir vegir hava beinleiðis ávirkan á dagliga lívið hjá nærum øllum borgarum. Tí er viðlíkahald so týdningarmikið. Eg vil arbeiða fyri, at vit hava eina greiða og gjøgnumskygda viðlíkahaldsætlan fyri allar vegir í kommununi.

Ikki bert vegir, men eisini gongubreytir hava stóran tørv á viðlíkahaldi. At betra um gongubreytirnar og at gera gongubreytir har ongar finnast, er eitt stórt stig rætta vegin, at gera Klaksvíkina til ein meira „gongu-fólka-vinarligan“ bý. Nakað sum fleiri ung sakna. Vegakervið snýr seg ikki bert um bilar, men eisini um tey, sum ganga, renna ella súkkla. Eitt vælvirkandi vegakervi skal nemliga gera tað lætt hjá klaksvíkingum at flyta seg lætt og trygt úr einum stað til annað.

 

Sniðgøtur og gongubreytir

Í Klaksvík eru rættiliga nógvar sniðgøtur. Frá ovast til niðast. Men tað er stórur tørvur á hægri raðfesting á hesum øki. Tær eldru gøturnar verða sjáldan viðlíkahildnar, og nýggjar verða ikki gjørdar. Ein sniðgøta bindir býlingar saman og skal eggja borgarunum at ferðast trygt. Tí eiga allar sniðgøtur, at verða við ljóssteyrum, gróðurseting, nátúrligum skapi o.s.fr.. Kommunan hevur hetta valskeiðið tó tikið neyðug stig til at viðlíkahalda fleiri sniðgøtur á vestaru Vág, men enn er stórur tørvur á viðlíkahaldi á eystaru Vág og í restini av kommununi.

Fyri at uppstiga viðlíkahald, hevði tað verið ynskiligt, at eitt toymi hjá vegadeilidini í Klaksvíkar Kommunu hevði til uppgávu at javnan viðlíkahalda gongubreytir, gongugøtur og sniðgøtur. Og enn betur, um hetta varð avgreitt eftir eini gjøgnumskygdari arbeiðsætlan, har borgararnir vita, nær teirra nærumhvørvi eigur tørn. Ella als ikki eigur tørn. Vit eiga at fáa í lag eina lagaliga skipan, har eg og tú lætt og ómakaleyst kunnu boða frá trupulleikum, ella koma við góðum hugskotum til teirra, sum hava ábyrgd av vegakervinum í kommununi.

 

Liðugtgerð av kommunalum verkætlanum

Seinastu árini eru sera nógvar spennandi kommunalar verkætlanir settar í gongd í Klaksvíkar kommunu. Og tað er sanniliga hugaligt at síggja framburð í býnum. Men eg haldi tó, at tað er alneyðugt, at kommunalar verkætlanir verða endaliga avgreiddar, áðrenn nýggjar verða settar í gongd. Alt ov ofta síggja vit, at tað ganga fleiri ár, áðrenn verkætlanir verða fullgjørdar. Og tað er spell. Eingin trívist í einum langtíðar arbeiðsplássi og sjálvandi hevur hetta neiliga ávirkan á trivnaðin hjá klaksvíkingum.

Tað typiska dømi er, at ov lítið av peningi verða settir av til stórar verkætlanir. Tað er so lætt at atkvøða fyri føgrum verkætlanum og helst er tað spennandi at seta spakan í. Men tey veruligu tøkini, er at klára at halda seg til eina fíggjar- og tíðarætlan. Sjálvdan síggja vit hetta í Klaksvíkar kommunu, og tað vil eg arbeiða fyri at broyta! Vit mugu tryggja okkum, at verkætlanir hava eina realistiska fígging. Borgararnir mugu kenna seg tryggar við, at teirra skattapengar verða brúktir skilagott og við ábyrgd.

Fyri ein framkomnan bý sum Klaksvík eiga ólidnar verkætlanir og arbeiðsórudd ikki at mynda býin. Eitt av mínum stórum hjartamálum er, at byggipláss verða gjørd liðug, áðrenn byrja verður upp á eitt nýtt. Sum ungur klaksvíkingur ynski eg veruliga ein snøggari, reinari og væl skipaðan bý.

 

Havnaløg og røkt

Havnaløgini eru lívsæðrin hjá okkara størstu vinnum; nemliga fiski- og alivinnuni. Tískil er tað alneyðugt, at karmarnir á havnaløgunum eru góðir, til frama fyri tí nógva virkseminum hjá vinnuni í Norðoyggjum. Vegna áhaldandi nýtslu og baldrut veðurlag er slitið á kaikantarnir í kommununi sera stórt. Tí eiga teir javnan at verða viðlíkahildnir. Annars eru teir vandamiklir fyri bæði vinnulív og borgarar, sum dagliga nýta havnaløgini.

Bátabrúgvararnir eru eisini ein týðandi partur av infrakervinum hjá smábátaeigarum. Hóast ein partur av bátabrúgvunum í kommununi eru endurnýggjaðar, so eru fleiri brúgvar illa farnar og eiga at endurnýggjast. Helst hevði hetta arbeiðið ikki verið neyðugt, um viðlíkahald hevði verið
raðfest hægri seinastu árini. Eins og við gongubreytum, so ynski eg, at eitt toymi í Klaksvíkar Kommunu fekk til uppgávu at viðlíkahalda kaikantar, havnaløg og bátabrúgvar. Við støðugum viðlíkahaldi kunnu vit forða fyri kostnaðarmiklum arbeiði, sum stendst av manglandi røkt - eg ynski tryggir og vælvirkandi karmar til alt virksemi, sum hoyrir sjógvin til.

 

Velji skynsemi

Sum valevni fyri Sambandsflokkin vil eg at arbeiða fyri, at Klaksvíkar kommuna verður ein væl rikin kommuna, og at undirstøðukervi fær ta viðlíkahald, sum so stórur tørvur er á. Nýggjar verkætlanir eru neyðugar og vælkomnar, men liðuggerð av verðandi verkætlanum skulu avgreiðast fyrst. Tá fáa vit eina væl skipaða kommunu, sum er vøkur, framkomin og trygg at búgva í.

Góði lesari vel ein Hermann tann 12. november!

Hermann Samuelsen, Valevni fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hans Eiler signerar í ALFA Bókhandil ley…
Patrick da Silva varðhaldsfongslaður
Patrick Da Silva varðhaldsfongslaður í f…
Høgni Hoydal lagt frá sær
Húsarhalds­skúlin 50 ár
Nýggja parkerings loysn í miðbýnum
Bjørgfríð Ludvig nýggjur aðalstjóri í He…
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið
Hjartabørn í Kenja
Tí tað er okkara framtíð
Óli heldur fram í EB/­Streymi
Páll manglar eitt mál til sítt besta kap…
Biografur í Klaksvík
J-dagur er í dag
Nýtt staklag við NORÐKRAFT - fleiri eru…
Miðflokku­rin inn í Klaksvíkar býráð!
Tónasmiðu­rin Knút Olsen verður heiðrað…
Við støðugum viðlíkahaldi kunnu vit for…
Video: Hvar spælir Jákup B. Andreasen í…