Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðflokkurin inn í Klaksvíkar býráð!

SKRIVAÐ: Petur Asano  |  25.10.2024 - 05:46 Politikkur Tíðindaskriv

Í dag komu alment út listarnir við nøvninum á teimum, sum stilla upp til Klaksvíkar býráð. Miðflokkurin stillar fyri fyrstu ferð upp í Klaksvík við bert einum persóni á listanum.

 

Hvør eri eg

Eg eiti Petur Asano, 23 ár. Eg eri uppvaksin í Tokyo í Japan, men havi tikið framhaldsskúlan í Føroyum. Í kommununi havi eg mínar røtur í Svínoy. Har havi eg búð og starvast á rognkelsisstøðini í 3 ár. Eg havi arbeitt við at fáa kommununa at umvæla svimjihylin í Svínoy og tíbetur eru vit næstan komin á mál! Arbeiðið við svimjihylinum hevur vakt mín áhuga fyri kommunal politikk.


Nakað úr valskrá Miðfloksins, sum eg fari at arbeiða fyri:

 

  • Virðing og kærleiki til einstaka menniskjað má setast framum asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál!
  • Veik, óhjálpin, heimleys, sjúk og fátøk verða raðfest og tryggjað, so ongin dettur niðurímillum
  • Hjartað verður sett fremst í samskiftinum við borgaran. Kommuna er fyri ØLL og má rúma ØLLUM!
  • Ein beinleiðis linja verður sett á stovn, sum tryggjar, at borgarin fær fatur á kommununi og verður hoyrdur- og vegleiddur í ivamálum.
  • Barnafrádrátturin hækkar eyka fyri hvørt barnið, fleiri enn tvey.
  • Frítíðarkort verða veitt børnum og ungum at brúka til tænastur í kommuni, t.d. svimjihøll, bókasavn, ítrótt, tónleik, skóta v.m.
  • Børn, sum bera brek ella hava serligan tørv, hava rætt til serkøna vegleiðing, stuðul og hjálp, frá føðing og so leingi tørvur er á tí.
  • Virka verður fyri sosialum íbúðum við leigugjaldi svarandi til inntøku.
  • Allar grundleggjandi útbyggingar og tørvir mugu fylgja við vaksandi fólkatalinum.
  • Virkishús og ungdómstilboð fyri ung mugu staðsetast í lokaløkjunum.
  • Nærdemokratið verður ment við borgarafundum í lokaløkjum.
  • Smábygdirnar í kommununi mugu hoyrast og tryggjast.

 

Veljið lista H!

Petur Asano Miðflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hans Eiler signerar í ALFA Bókhandil ley…
Patrick da Silva varðhaldsfongslaður
Patrick Da Silva varðhaldsfongslaður í f…
Høgni Hoydal lagt frá sær
Húsarhalds­skúlin 50 ár
Nýggja parkerings loysn í miðbýnum
Bjørgfríð Ludvig nýggjur aðalstjóri í He…
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið
Hjartabørn í Kenja
Tí tað er okkara framtíð
Óli heldur fram í EB/­Streymi
Páll manglar eitt mál til sítt besta kap…
Biografur í Klaksvík
J-dagur er í dag
Nýtt staklag við NORÐKRAFT - fleiri eru…
Miðflokku­rin inn í Klaksvíkar býráð!
Tónasmiðu­rin Knút Olsen verður heiðrað…
Við støðugum viðlíkahaldi kunnu vit for…
Video: Hvar spælir Jákup B. Andreasen í…