Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggja parkerings loysn í miðbýnum

SKRIVAÐ: Rasmus S. Jacobsen  |  25.10.2024 - 16:57 Politikkur Tíðindaskriv

Øll skríggja eftir parkeringsplássum í miðbýnum, og her er ein møguleiki at fáa eini 30 parkeringspláss afturat teimum verandi

 

 

Ímillum Biskupstorgsbygningin og nýggja Húsarhaldsskúlan, er ein stór veit, sum hvørki er vøkur ella til nakra gleði ella gagns. Vit kunnu ikki kalla hetta eina á, tí hon er tengd av flóð og fjøru, og næstan onki reint vatn rennur í hana og tá terri er, luktar hon sera illa, serliga um summari av kloakk og hartil er meir enn 3 metrar frá vegnum/túninum og niður til miðal vatnstandin, so hon kann ikki njótast, ella vera til gleði fyri nakran, hvørki av vaksnum ella børnum, í løtum kunnu dunnurnar so dánt vera har. Hetta er pínligt. Hetta kann ikki gerast til eina reina á, uttan at gera eina eftirlíkning av Havnará og tað er mikið kostnaðarmikið, eisini í rakstri. Sum hetta liggur, er ómøguligt at skipa eina trygga ferðslu og skili er har eftir.

 

Nýtt alment parkeringspláss í Miðbýnum

Øll skríggja eftir parkeringsplássum í miðbýnum, og her er ein møguleiki at fáa eini 30 parkeringspláss afturat teimum verandi. Rør løgd í, og veitin bleiv fylt upp  og tað bleiv  gjørt til eitt vakurt væl skipa parkeringspláss (kanska grønt) Hetta hevði komið væl við hjá øllum tí stóra virkseminum, sum fer fram í økinum, m.a.Biskupstorg, Húsarhaldsskúlin, Nólsoyar Pálsgarðin, Betesda, Róðrarneystið v.m. Sum er, er økið ein stórur ruðuleiki, tí bilar, súkklur, barnavognar og fólk til gongu hvørt um annað eru í døpurhuga, hvussu tey skulu bera seg at, uttan at fáa skaða.

Eisini hevði hetta bøtt munandu um trivnaðin í økinum og skapt enn meiri lív, tá Húsarhaldsskúlin og Biskupstorg blíva bundin meiri atkomulig saman. Bøtt kundi verið um Ósánna á Akursmørk, gjørt hana breiðari og meiri áhugaverda við leikum og benkrum framvið ánna.

Hetta er eitt, sum eg vil arbeiða heilhjartaður fyri, um tit velja meg inn í Klaksvíkar Býráð 12 nov.

 

Rasmus S. Jacobsen, Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hans Eiler signerar í ALFA Bókhandil ley…
Patrick da Silva varðhaldsfongslaður
Patrick Da Silva varðhaldsfongslaður í f…
Høgni Hoydal lagt frá sær
Húsarhalds­skúlin 50 ár
Nýggja parkerings loysn í miðbýnum
Bjørgfríð Ludvig nýggjur aðalstjóri í He…
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið
Hjartabørn í Kenja
Tí tað er okkara framtíð
Óli heldur fram í EB/­Streymi
Páll manglar eitt mál til sítt besta kap…
Biografur í Klaksvík
J-dagur er í dag
Nýtt staklag við NORÐKRAFT - fleiri eru…
Miðflokku­rin inn í Klaksvíkar býráð!
Tónasmiðu­rin Knút Olsen verður heiðrað…
Við støðugum viðlíkahaldi kunnu vit for…
Video: Hvar spælir Jákup B. Andreasen í…