Lýsing
Lýsing
Lýsing

Biografur í Klaksvík

SKRIVAÐ: Mildrid á Lógv  |  25.10.2024 - 09:14 Politikkur Tíðindaskriv

Í alt ov langa tíð hevur ongin biografur verið í Klaksvík.

 

Biografurin lat aftur í Atlantis fyri tveimum árum síðani. Innbúgvið varð tikið út úr húsinum, og umvælingar gjørdar fyri at skapa góðar karmar til okkara ungu í “Húsinum”. Tað er gott, at børn og ung frá 3. flokki og upp til og við 18 ár fáa góð hølir til frítíðarvirksemi. Men tað er spell, at biografurin er dottin niður fyri í Norðoyggjum. Nú, vit hava fingið mentanarhúsið Varpið, so kundi verið upplagt at skipa fyri biografi inni í Varpinum.

Tað er ov galið, at næststørsta kommuna í landinum ikki hevur hetta mentanartilboðið. Fleiri ung og barnafamiljur dáma sera væl at ganga í biograf, men mugu til Havnar, sum kostar bæði tunnilsgjøld og brennievni til bil. Vit eldru dáma eisini sera væl at sleppa at síggja teir nýggjastu filmarnar, áðrenn teir koma á Netflix/Viaplay ella í sjónvarpið. Eisini tekur tað umleið 40 min. at koyra til høvuðsstaðin, sum kann gera, at fólk seta seg aftur at fara í biograf.

Tað gevur ikki somu uppliving at hyggja eftir einum filmi heima í stovuni, sum at sita í einum biografi, har filmurin verður vístur upp á ein stóran skíggja. Av mentanarligum tilboðum er biografur ein týdningarmikil mentanarberi í býnum. Í einum biografi situr tú væl saman við fleiri fólkum. Løtan er sosial - bæði áðrenn, undir og aftaná filmsýningina – sum skapar eina felags uppliving. Ein filmur opnar heimin upp til aðrar mentanir og ríkar upplivingar, víðkar sjónarringin og vekir kenslur í einum persóni.

Umframt útlendskar filmar, so gerst eisini høvi til at síggja bæði nýggjar og gamlar føroyskar filmar, sum eru við til at styrkja okkara samleika. Vit fáa innlit í føroyska mentan og søgu, samstundis sum tað føroyska málið verður styrkt. Fyri útlendingar er hetta sera týdningarmikið fyri integratiónina í tí føroyska samfelagnum.

Um eg verði vald í býráðið, so vil eg arbeiða fyri, at vit aftur kunnu fáa biograf sum eitt mentanarligt tilboð í býnum.

 

Mildrid á Lógv

Valevni í Klaksvíkar kommunu á lista E

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hans Eiler signerar í ALFA Bókhandil ley…
Patrick da Silva varðhaldsfongslaður
Patrick Da Silva varðhaldsfongslaður í f…
Høgni Hoydal lagt frá sær
Húsarhalds­skúlin 50 ár
Nýggja parkerings loysn í miðbýnum
Bjørgfríð Ludvig nýggjur aðalstjóri í He…
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið
Hjartabørn í Kenja
Tí tað er okkara framtíð
Óli heldur fram í EB/­Streymi
Páll manglar eitt mál til sítt besta kap…
Biografur í Klaksvík
J-dagur er í dag
Nýtt staklag við NORÐKRAFT - fleiri eru…
Miðflokku­rin inn í Klaksvíkar býráð!
Tónasmiðu­rin Knút Olsen verður heiðrað…
Við støðugum viðlíkahaldi kunnu vit for…
Video: Hvar spælir Jákup B. Andreasen í…