Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjartabørn í Kenja

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.10.2024 - 14:12 Tíðindi

Undir heitinum Hjartabørn í Kenja hava Niels Jóhan Sigurðsson og Rakul Ró Steintórsdóttir vitjað ein kenjanska skúla, sum er knýttur at felagsskapinum Mirjam

 

 

 

Við sær høvdu tey myndatól, sum Niels Jóhan hevði undir hond, meðan Rakul Ró sigur frá og lesur tekstin frá ferðini.

Filmurin, sum varir 40 minuttir, byggir á heimildir frá fólkum tey møttu. Tey eru føroyingar, íslendingar og afrikanarar, og málini vit hoyra, eru føroyskt og enskt.

Úr filminum hava ritstjórar í Námi gjørt temasíðu, sum sæst á Snar, og er ætlað at brúka í hádeild í lærugreinunum landalæra, søgu, enskum og kristni.

Hilda Viderø stendur fyri Mirjam felagsskapinum. Í filminum hoyra vit hana siga, at tað er sum at vinna í lottarínum, sleppur tú í skúla í Afrika.

Temasíðan leggur upp til at næmingar arbeiða við Heimsmálunum hjá ST og skifta orð um týdningin av skúlagongd, rættin til bústað og javnstøðu millum kyni.

 

Síðan sæst her: https://snar.fo/filmur/hjartaborn

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hans Eiler signerar í ALFA Bókhandil ley…
Patrick da Silva varðhaldsfongslaður
Patrick Da Silva varðhaldsfongslaður í f…
Høgni Hoydal lagt frá sær
Húsarhalds­skúlin 50 ár
Nýggja parkerings loysn í miðbýnum
Bjørgfríð Ludvig nýggjur aðalstjóri í He…
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið
Hjartabørn í Kenja
Tí tað er okkara framtíð
Óli heldur fram í EB/­Streymi
Páll manglar eitt mál til sítt besta kap…
Biografur í Klaksvík
J-dagur er í dag
Nýtt staklag við NORÐKRAFT - fleiri eru…
Miðflokku­rin inn í Klaksvíkar býráð!
Tónasmiðu­rin Knút Olsen verður heiðrað…
Við støðugum viðlíkahaldi kunnu vit for…
Video: Hvar spælir Jákup B. Andreasen í…