Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hans Eiler signerar í ALFA Bókhandil leygardagin frá kl. 11.00

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  25.10.2024 - 22:20 Tíðindi

Leygardagin ber til at fáa eitt prát og at signera nýggju bókina hjá Hans Eiler Hammer í Alfa Bókhandil. Møguleiki verður at heilsa upp á høvundin frá kl. 11.00 leygardagin.

Í hesum døgum gevur Hans Eiler Hammer, fyrrverandi prestur í Klaksvík, bók út við heitinum ”Lítur aftur um bak”. 

Hans Eiler Hammer búði síni barnaár bæði á Argjum og í Klaksvík, og foreldur hansara vóru trúboðarar í KFUM & K. Hann hevur eisini búð á Tvøroyri, men kom so aftur at ganga í 9. og 10. flokki í Klaksvík. Nakað seinni fór hann at lesa gudfrøði og kom til Klaksvíkar at vera prestur árini 1998-2006. Síðani flutti hann til Noregs, har hann áður hevði lisið og hitt konu sína. Hann var prestur í knapt 5 ár í Norður-Noregi.

Randi Benedikte Mohr hevur skrivað spurningar og Hans Eiler hevur svarað. Randi hevur føroyska mammu, er uppvaksin í Danmark og útbúgvin á Danmarks Journalisthøjskole. Hon hevur áður arbeitt á BT, millum annað á Christiansborg. Hon býr í Føroyum og skrivar serliga fyri Ritzau um føroysk viðurskifti. Hetta er hennara fyrsta bók.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hans Eiler signerar í ALFA Bókhandil ley…
Patrick da Silva varðhaldsfongslaður
Patrick Da Silva varðhaldsfongslaður í f…
Høgni Hoydal lagt frá sær
Húsarhalds­skúlin 50 ár
Nýggja parkerings loysn í miðbýnum
Bjørgfríð Ludvig nýggjur aðalstjóri í He…
Veðrið um vikuskiftið
Veðrið um vikuskiftið
Hjartabørn í Kenja
Tí tað er okkara framtíð
Óli heldur fram í EB/­Streymi
Páll manglar eitt mál til sítt besta kap…
Biografur í Klaksvík
J-dagur er í dag
Nýtt staklag við NORÐKRAFT - fleiri eru…
Miðflokku­rin inn í Klaksvíkar býráð!
Tónasmiðu­rin Knút Olsen verður heiðrað…
Við støðugum viðlíkahaldi kunnu vit for…
Video: Hvar spælir Jákup B. Andreasen í…