M/S Nónhamar habitatur á Borðoyarvík
Vit, limirnir í Áhugafelagnum Reynsmúli, fara her at takka Hanusi Hansen, stjóra á JFK fyri, at hann gav okkum Helenu í ogn uttan at krevja nakað afturfyri
28. august í ár bleiv Nónhamar (Helena) søkt á Borðoyarvík. Endamálið var, at skrokkurin millum annað skuldi brúkast til venjingarøki hjá kavarum undir útbúgving. Harumframt skuldi vrakið brúkast til ætlaninar hjá Áhugabólkinum “Reymsmúla” at skapa eitt undirsjóvarakvarium á Borðoyarvík.
Fyri at skapa umstøður hjá sjólívi er vrakið eitt ómetaliga gott umhvørvi, har longu nú ein grynna er við at mennast. Bæði á og um vrakið stendur nógvur fiskur, og á botni nørast skeljadjór í hópatali. Ætlanir eru um at halda áfram at menna verkætlanina soleiðis, at føroyingar og onnur vitjandi fáa møguleika at koma nærri djóralívinum í sjónum.
Týsdagin í hesu vikuni fóru vit so við Ziska av Vágni á Borðoyarvík, eisini útgjørdir við eini undirsjóvardronu hjá Norðoya Bjargingarfelag. Manningin var Ernst P. Johannesen ROV-skipari, Janus Joensen, sonur hansara, Jógvan Janusson Joensen og undirritaði.
Stuttligt var at síggja, at Nónhamar stóð sera væl á rættkjøli á botninum. Vit vistu frammanundan, at skipið stóð eini 5 metrar djúpari enn vit ætlaði, og tað hava vit ætlanir um at gera nakað við. Vit máldu dýpið niður á mastrina at vera 19 metrar, á bakkan 25,2 metrar og á keturnar av hekkuni 36 metrar.
Omanfyri er ein stuttur videofilmur frá dronuni hjá Norðoya Bjargingarfelag, har hon millum annað vitjar í lastini og maskinrúminum, á hekkuni og á bakkanum.
Norðoya Bjargingarfelag er sum kunnugt sera væl útgjørt til sjóbjarging og annað hjálpiarbeiði á sjónum. Serliga tólið hjá felagnum er vælútgjørdi bjargingarbáturin Ziska.
Umborð á Ziska hevði eg møguleika at fylgja við túrinum hjá dronuni á telduskerminum, og tað eg sá, gjørdi meg sera væl nøgdan við, at arbeiðið við Nónhamri (Helenu) hevur eydnast so væl.
Vit, limirnir í Áhugafelagnum Reynsmúli, fara her at takka Hanusi Hansen, stjóra á JFK fyri, at hann gav okkum Helenu í ogn uttan at krevja nakað afturfyri. Somuleiðis fær Klaksvíkar Kommuna eisini stóra tøkk fyri fíggjarligan stuðul. Og ikki skal Norðoya Bjargingarfelag og Brimil gloymast í hesum sambandi fyri teirra arbeiði.