Lýsing
Lýsing
Lýsing

Maskinmeistarin

SKRIVAÐ: Svenning av Lofti  |  19.12.2024 - 20:13 Lesarabrøv Mentan

Á morgni, tá ið eg komi upp á skrivstovu mína, hyggi aloftast eg eystur í hav. Eg sloti eftir sólini, sum stígur upp handan Nólsoynna.  At síggja ljósrípurnar so líðandi litað eystara himmalhvølvið er ein føgur sjón. Soleiðis hevur verið øll árini, vit hava búleikast á Sólteigi í Havn, alt síðani vit fluttu inn í nýggja heim okkara 1965

 

 

Morgun eftir morgun hevur hendan sama alfagra sjón verið at sjá, sum yrkjarin ber fram:

 

                      Ljós skyggir fram, brýtur myrkursins veldi

                      náttin umskiftist í bjartasta dag.......

 

Soleiðis kunnu vit syngja á hvørjum morgni. Vit vita, at sólarljósið vinnur á myrkrinum – eisini hesar dagarnar upp undir jól, ið tykjast dimmir og darvandi.

Mannaættin megnar ikki at toga sólin fyrri fram á himmalhvølvið, sum vit kanska so fegin vildu í hesi døkku vetrartíð. 

Fyri mongum árum síðani – tá myrku heystarkvøldini byrjaðu - setti eg mær fyri, at hava 21. desember fyri eyga. Sinnisliga  er hetta stimbrandi. Vit vita, at tá vit koma til 21. desember fr dagarnir aftur at leingjast. Frá hesum degi gerst ljósari og ljósari fyri hvønn dag fram ímóti 21. juni.

Vit mugu ongantíð halda upp at undrast. Vit eiga evnini at undrast á ótrúliga skaparverkið, sum virkar eftir eini miðvíst lagdari ætlan. Hendan sólarætlan er so væl løgd til rættis út í smálutir, at menn kunnu vita nær sólin rísur mong ár fram í tíðina. Samstundis kunnu menn rokna út hvussu tað rekur í millum oyggjarnar í 2099 – nær kyrrindi verða í Nólsoyarfirði og aðrastaðni.

 

Hugsi um kollfirðingin, sum var seinkaður til arbeiðis hendan morgunin.

Klokkan var steðgað.

Hann kannaði málið. Fann eina deyða flugu inni í klokkuni. Tá helt hann fyri, at tað var ikki so undarligt at klokkan var steðgað – og mælti: ”Maskinmeistarin er deyður!”

Skaparverksins upphavsmaður og maskinmeistari er ikki deyður.

Skapari ljóssins og myrkursins heldur framvegis vakt - eisini hesi jólini – og inn í komandi dagar. Allir føroyskir útróðrarmenn kunnu fara á flot so leingi sum hann heldur vakt. Einki er ósjónligt fyri honum. Sjálvt myrkrið er honum sum áljósur dagur.

               

Og gingu kongar fram á rað

og vístu meg mesta,

 teir megnaðu ei minsta blað

á notulegg at festa.                                                                                                                                            

 

Svenning av Lofti

 

  

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin