Egnarin í Lopra gjørdist stjóri á Rituvíkshálsi
Fyritøkan DekkService hjá Jan Danielsen liggur úti á Rituvíkarhálsi, og Norðlýsið hevur vitjað har og biðið Jan greitt frá um tilgongdina og hvussu hann kom hagar, hann nú er. Tað er ein long og áhugaverd søga, sum fyri tað mesta fyrifórst í Klaksvík, hóast hon hvørki byrjaði ella endaði har
(Grein úr blaðnum)
Jan Danielsen greiðir frá, at hann byrjaði sum 8-10-ára gamal at skrúva upp á knallertir. Hann átti seinni fleiri knallertir sjálvur, harav allar ikki koyrdu, men sum hann so setti í stand. Sum so mangir ungir dreingir í Klaksvík, so egndi Jan rættiliga nógv. Men fyrstu ferð, hann egndi, var tó í Lopra, og tað komst av, at mamma Jan er úr Sumba, og maður mostur hansara átti bát.
Jan byrjaði so at koyra á knallert, og sum 14-ára gamal byrjaði hann í praktikk á Esso-støðini í Klaksvík. Bygningurin var har, sum Effo er í dag, men var nógv minni enn núverandi bygningurin. Hann er útbygdur fleiri ferðir síðani, greiðir Jan frá. Har var hann í starvsvenjing í tvær vikur, og fekk so heystferiu. Longu tá hevði hann skrúvað nógv upp á knallertir, so Esso ger ikki mætari enn at bjóða honum arbeiði í heystferiuni, og tá ferian var liðug, fekk hann tilboð um at arbeiða aftur har aftaná skúlatíð. Hann arbeiddi so har næstan hvønn dag í bæði 9. og 10. flokki. Tað var í tíðini, tá Byrger Heinesen var stjóri á Esso.
Næstan hvønn dag fekk Jan fullan arbeiðsdag aftaná skúlatíð á verkstaðnum hjá Esso. Hann greiðir frá, at hann var liðugur kl. tíggju ella ellivu (22:00 og 23:00) hvørt kvøld, og har slapp hann at gera stórt sæð allar umvælingar.
Skúlaflokkurin hjá Jan hevði gjørt av at fara á eina námsferð suðureftir. Tey innsavnaðu nakað av peningi, og tá visti Jan ikki, hvussu tað fór at vera framyvir við hansara starvi á Esso. Hann fór tí inn á kontórið hjá Byrger og spurdi, um hann kundi fáa tað at vita. Jan hevði gjørt av ikki at fara á námsferð, um hann fekk lærupláss á Esso. Tað var gamaní, segði Byrger, sum gav Jan læruplássið upp á standandi fót, men legði honum eina við, at hann skuldi fara við á námsferðina, tí annars fór hann at angra tað alt lívið, at hann ikki fór. Og so bleiv – Jan fekk bæði námsferð og lærupláss.
Jan byrjaði at læra í august í 1983, og tá var hann júst fyltur 17 ár. Hann lærdi í fýra ár á Esso, og honum dámdi serliga at fáast við skaðar og lakering. Summir skaðar vóru so ógvisligir, at tað nærmast snúði seg um at kubba ein bil í helvt og seta hann saman aftur, men eisini tað kláraðu tey. Jan lakeraði nógv, og tað var longu í tíðini áðrenn sproytukabinur. Tá lærutíðin var av, minnist hann, at Byrger kom yvir til sín og segði, at nú lærutíðin var liðug, hevði hann eitt starv sum leiðari av verkstaðnum tøkt, og Jan fekk í boði at byrja vikuna eftir, at lærutíðin endaði. Jan tók beinanvegin av.
Jan minnist, at hann arbeiddi sera nógv hesi árini í læru og beint aftaná. So nógv, at hann møddist av at fáast við bilar. Hann ger so av at fara á Maskinskúlan og gjørdist maskinistur, men fór so aftur á Esso at arbeiða. Seinni var hann ein av trimum, sum byrjaðu fyri seg sjálvar ”í kjallaranum hjá Jákup Eli”, sum tað nevndist tá, t.e. niðastu hædd í tí, sum einaferð æt Sjóbúðin. Tað ævintýrið vardi tó ikki leingi. At hava fingist so nógv við lakk setti síni spor hjá Jan, tí hann fór at verða merktur av høvuðpínu, so hann gavst.
Jan fer síðani á handilsskúla; tað, sum tá æt HMX-útbúgvingin, og sum varð tikin um kvøldið. Jan og tvey onnur ynsktu at taka alla útbúgvingina yvir ein vetur, og tað gjørdi, at tey máttu vera í skúla fimm kvøld um vikuna. Hini bæði góvust, so Jan tók sum tann einasti alt skeiðið upp á ein vetur. Jan minnist millum annað, at hann lærdi blindskrift hjá Mariu Laksáfoss.
Tveir mánaðir eftir, at hann var byrjaður á HMX, er Jan staddur í einum føðingardegi, har hann av óvart kemur til at yvirhoyra eina samrøðu millum onnur um, at Finnur Sivertsen, skrásettur grannskoðari, leitaði eftir lærlingi, og Jan fer so beint til Finn at spyrja hann um plássið. Tað var beinanvegin leyst og liðugt, og Jan fekk boð um at byrja mánadagin eftir. Hann kundi arbeiða fram til, at HMX var lokið, síðani skuldi hann fáa læruplássið sum útbúgvin HMX’ari og skuldi vegna útbúgvingina sleppa við at læra í 2 ár heldur enn 3.
Jan Danielsen heldur so fram við at arbeiða hjá Finni Sivertsen, men so kemur kreppan í 1992. Teir fingust nógv við útróðrarbátar og alibrúk, men nógv av tí fer á húsagang, og í 1993 er ov lítið av arbeiði til bæði Jan og Finn. Jan verður tí uppsagdur og søkir í staðin inn á Hægri Handilsskúla, sum hann lýkur í 1995. Hann fekk tað tá besta prógvið nakrantíð, og tað gingu fleiri ár, til metið bleiv tikið, hóast hann bæði arbeiddi upp á bilar og hevði arbeitt hjá Finni part av tíðini, umframt at hann átti smá børn og hús um hetta mundið.
Tá ið Jan so er liðugur á Handilsskúlanum á Kambsdali, byrjar hann beinanvegin at undirvísa á Handilsskúlanum í Tórshavn. Hann hevði fakið roknskaparlæru, sum fall honum lætt, tí hann hevði lært hjá grannskoðara, og tók samstundis HD-útbúgvingina. Jan hevði so nøkur leiðarastørv, harav tað seinasta, áðrenn hann byrjaði fyri seg sjálvan, var sum stjóri á Heilsutrygd seks tey fyrstu árini. Alla tíðina fæst hann eitt sindur við bilar um kvøldini.
Í 2016 er Jan so ein biltúr úti á havnarlagnum í Runavík og sær, at tað er opið á DekkService. Inni var sera reint og nossligt, men eisini deydligt. Hann ringir so til Janus Knudsen og spyr, hvat teir fáast við, og svarið er, at har er onki arbeiði. Jan spyr so, um hann kann leiga hølini, og ein hálvan tíma seinni var leigusáttmálin undirskrivaður.
1. mai í 2016 byrja so Jan og ein mekanikari afturat honum á DekkService. Teir húsast har í átta ár, og tey flestu árini vóru teir 2 mans, áðrenn tey í 2023 flyta inn á Rituvíkarháls, og tað er ein søga fyri seg sjálva, ið verður lýst í aðrari grein í blaðnum.