Heilsan til Jóhannu Petersen á 100 ára degnum
Leygardagin 1. mars var stórur føðingardagur hildin á Svangaskarði, nú Jóhanna Petersen í Saltnesi rundaði tey 100 árini.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bar fram hesa heilsan:
Góða Jóhanna og øll tíni næstu!
Hjartaliga tillukku við 100 ára føðingardegnum.
Tað er mær ein gleði og ein stórur heiður sum borgarstjóri í Nes kommunu at bera tygum eina heilsan vegna allar okkara borgarar í kommununi, nú tygum í dag runda tey 100 árini.
Hetta er ein stórur og heilt serligur dagur hjá tygum og okkum øllum, tí tað er ikki á hvørjum degi, at ein 100 ára føðingardagur verður hildin. Og tó. Sum vit minnast tað, so var Rakul Hansen (í Túni) fyrsta fólk, her á leið, sum gjørdist 100 ár í 1995, so Malla Olsen í 2015. Men seinastu 7 mánaðirnar hava fleiri nátt 100 ára dagin. Í fjør høvdu vit tríggjar hundrað ára føðingardagar her í økinum, og hesi trý búgva øll á Vesturskin. Lena Joensen fylti 100 í juni, Jákup Mikal Mikkelsen í oktober og Andrea Poulsen í november.
Fyri áleið tveimum vikum síðan fóru Elsbet, kommunustjórin, og eg á gátt hjá Jóhonnu í Saltnesi. Har var stórt gestablídni, og vit fingu eitt sera gott prát og nógv at vita um, hvat Jóhanna hevði upplivað gjøgnum eitt langt lív. Men sjálvandi er hetta bara ein brotpartur av øllum. Tá ið vit fóru avstaðaftur segði Jóhanna við einum smíli. ”Sig nú bara ikki for nógv”.
Á veg í bilin kom eg at hugsa um alt tað, ið eg hevði hoyrt Jóhonnu siga frá, og tá rann sálmurin hjá Mikkjal á Ryggi fram fyri meg, har hann sigur:
Eydnan er ei at líta á,
ymissar vegir hon dregur,
stundum hon tekur alt tær frá,
stundum almikið tær gevur,
spælir so kát sum óspekt fyl,
mangur ein maður temja vil,
enn var tó eingin tað mentur.
Sýnist hon ofta strong og vánd,
vil hon títt verk ikki fremja,
minst til, hon er í Harrans hond,
tí mást tú aldri teg gremja.
Beyð tær ei lívið gleðileik,
Harrin enn aldri nakran sveik;
hann eigur troyst tær at geva.
Gakk tú við Guði hvørja stund,
lat so enn eydnuna skifta;
tá stendur tú á føstu grund,
hvirlur ei kunnu teg syfta.
Sterkari enn hvør borg í verð
máttur og miskunn Harrans er,
verja tey teg allar ævir.
Lívsøgan og lívsleiðin hjá Jóhonnu er í stuttum lýst m. a. í grein á heimasíðuni hjá kommununi nú um dagarnar.
Sannleikin er, at vit kunnu ikki ímynda okkum, hvussu nógv Jóhanna hevur upplivað á lívsins leið. Samfelagsmenningin hevur verið øgiliga stór, og teir hentleikar, sum vit hava í dagsins samfelagi og halda verða sjálvsagdar, teir vóru als ikki, tá ið Jóhanna sá dagsins ljós og traðkaði síni fyrstu fótafet, fyrst uppi í Gørðum á Strondum, og tá ið lagnan vildi tað so, at hon kom at búgva hjá ommuni og abbanum í Valinum á Tvøroyri, og seinni í barnaárunum á Húsum, hjá Dáva á Húsum, ommubeiggjanum, m.a. saman við Leivi Andreassen, sum nú um dagarnar fylti 95.
Jóhanna fortaldi okkum, at ein summardag, tá ið tey sum børn spældu í fjøruni á Húsum, nú kemur ein bátur framvið, men leggur stilt. Og hvat sær Jóhanna tá? Jú mín sann, nú er systirin Andrea við, sum nú var ávegis til Mikladals, har hon skuldi búgva og verða fostrað upp hjá eini ommusystir har norðuri. Hetta visti Jóhanna einki um yvirhøvur. Hetta sigur eitt sindur um samferðsluviðurskiftini tá á døgum, og um, hvussu torført tað var at fáa tíðindi ella boð send millum bygda. Jú, nógv er broytt.
Tá í tíðini var vanligt, at gentur fóru í húspláss. Tá ið Jóhanna kemur út aftur á Strendur sum 16 ára gomul fer hon at tæna, m.a. hjá familju á Selatrað, hjá Petur og Elin Hammer í Runavík, hjá Emmu og Nikkel í Heiðunum, hjá Símun og Jóhonnu á Høgabóli og hjá Vilhelm Nielsen í Havn.
Tað var, meðan hon var í húsplássi hjá Símun á Høgabóli, at hon møtti einum fittum saltnesdreingi, Johannes Ingvard Petersen. Tað var so, fortaldi Jóhanna smílandi, at ung úr Saltnesi og av Toftum vóru í dansi á Strondum, so hon fekk fart yvirum saman við teimum. Tá ið hon so skuldi fara til gongu inn á Høgaból, kom hesin ungi drongurin úr Saltnesi og bjóðaði sær til at fylgja henni inn á Høgaból. Hvussu var og ikki, tað rann saman teirra millum. Jóhanna og Johannes Ingvard vóru trúlovaði í trý ár og giftust í Nes kirkju, tann 7.mai í 1950. Tey giftust inn í barnaheimið hjá honum, har fleiri fólk búðu frammanundan. Tað bar væl til, tí kærleiki og tolsemi valdaði, sigur Jóhanna.
Jóhanna arbeiddi heima, og nóg mikið var at gera. Tey fingu fýra dreingir og eina gentu. Elsti sonurin livdi bara fimm mánaðir. So kom Ragnhild, Johannes, Jógvan og Ingolf. Nú eigur Jóhanna 12 ommubørn, 19 langommubørn og 4 oldurommubørn. Maður hennara, Johannes Ingvard doyði í 2011 og Johannes, sonurin, í 2017.
Tá ið børnini vóru vaksin, fyrst í 1970-unum, fór Jóhanna at arbeiða á Nyki. Hetta arbeiði dámdi henni ógvuliga væl, og har arbeiddi hon, til Nykur stongdi í kreppuni í 1992.
Jóhanna hevur altíð verið sera røsk, blíð og løtt á fótum. Fyrr gekk Jóhanna nógv í kirkju, hjálpti til at vaska kirkjuna, savnaðist við seinnapartssamkomuni í Tabor og í dagtilhaldinum á Vesturskin. Síðstu árini hevur hon verið meira heima.
Jóhanna er, hóast høgan aldurin, framvegis røsk, býr enn einsamøll heima. Framvegis fylgir Jóhanna væl við í útvarpinum og sjónvarpinum. Tað verði seg um samfelagsviðurskifti, guðstænastur, møti og ikki minst í ítrótti, serliga, tá íð B68 spælir. Ikki løgið, at B68 liggur frammarlaga í huganum. Synirnir, Jógvan og Ingolf, vóru berandi kreftirnar á liðnum, tá ið meistaraheitini hjá B68 komu til høldar, eins og ommusonurin, Jan Ingi, stóð í fremstu røð á B68-liðnum i mong, mong ár. Eg veit, at Jóhanna millum ár og dag hevur vaskað og turkað óteljandi B68-draktir. Ikki løgið, at hon heldur, at kaffi smakkar besta úr einum koppi, har B68-búmerkið er á.
Jóhanna hevur livað í einum sera góðum hjúnalagi, og er eisini avbera takksom fyri børnini, sum hon og Johannes Ingvard fingu saman. Hon er eisini so sera takksom og fegin um alla sína familju, sum fyllir nógv. Hurðin er altíð opin og gestablídni er í hásæti. Jóhanna dylur ikki fyri, at hon hevur trivist sera væl í Saltnesi, har hon hevur búð í 75 ár. Fyri mær legði hon áherðslu á, at í Saltnesi er gott at búgva. Tað er so sera veðurgott og sera gott grannalag.
Góða Jóhanna!
Takk fyri alt gott, og stóra takk fyri tygara trúfesti fyri lokalsamfelagnum og fólkinum, ið her býr.
Vit ynskja tygum alt tað besta, og framhaldandi Guðs signing. Vit ynskja, at tygum mugu fáa loyvi, í eina rúma tíð afturat, at njóta vakra útsýnið úr heiminum í Saltnesi, tá ið vesturskinið er uppá tað vakrasta við sínum fagra litspæli á himmalinum
Fari síðan at enda við tveimum sálmaørindum hjá Mikkjali á Ryggi. Haldi, at tey hóska so væl til hesa stóru løtuna hjá Jóhonnu.
1.Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.
2. Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey.