Lýsing
Lýsing
Hjalgrím fyrsti gestur í nýggju fótbóltssendingini
KÍ legendan Hjalgrím Elttør verður við í "Komið øll við á Djúpumýru" sendingini hjá Norðlýsinum í dag
Norðlýsið fer undir nýggja fótbóltssending sum vit nevna "Komið øll við á Djúpumýru". Fótbólturin fer á rull aftur komandi vikuskifti og vit eru sjálvsagt við.
Leisturin er Kristian Joensen sum vertur og Jákup Ósá ítróttarskrivari, umframt ein triðji gestur. Hesaferð er tað KÍ legendan Hjalgrím Elttør sum verður í studio.
Send inn ein sms á 756565 við spurningum/viðmerkingum og ver við kapping um ein kassa frá Føroya Bjór.
Sendingin byrjar kl. 14 og kann hoyrast við at trýsta á "Live" knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7. Sendingin er í framhaldi av "Komið øll við" sendingini, sum byrjar kl. 13.
Seinastu tíðindini