Lýsing
Lýsing
Lýsing

Berarakanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur og víðka pinkubarnaskreeningina

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  06.03.2025 - 10:26 Tíðindaskriv

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið eitt tilmæli um at skipa kanningar fyri ílegusjúkur í Føroyum.

 

Tilmælið leggur upp til, at øll komandi foreldur fáa tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum deyðiligum ílegusjúkum, ið hava ein munandi hægri títtleika í Føroyum enn aðrastaðni.

Mælt verður eisini til, at snikka pinkubarnaskreeningina betur til føroyska tørvin og ílegusjúkur, sum hava serliga høgan títtleika í Føroyum.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum fegnast um, at arbeiðsbólkurin hevur lagt eina ítøkiliga ætlan fram:

Við hesum tilmælinum hava vit eitt gott grundarlag, at fara víðari við arbeiðinum at tryggja, at vit í Føroyum hava eina skipan, sum kann fyribyrgja deyðiligum ílegusjúkum. Harumframt at tryggja at børn, sum bera ávísar lekiligar ílegusjúkur, fáa skjóta viðgerð.

Tilmælið leggur upp til, at komandi foreldur fáa møguleika at vita, um tey eru berarar av seks deyðiligum ílegusjúkum, sum ikki kunnu viðgerast. Mælt verður eisini til, at arvafrøðilig ráðgeving stendur berarapørum og berarum í boði, og at undirvísing í fólkaskúlanum og á miðnámi um ílegusjúkur og arvagongdir eigur at raðfestast.

Harumframt verður mælt til at víðka verandi pinkubarnaskreening við ílegukanning fyri ávísar ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast, soleiðis at hesir nýføðingar kunnu setast í viðgerð skjótast gjørligt, áðrenn sjúkutekin vísa seg.

Í tilmælinum eru eisini kostnaðarmetingar og viðkomandi etiskar metingar gjørdar.

Landsstýriskvinnan fer at viðgera tilmælini saman við Heilsumálaráðnum, áðrenn støða verður tikin til, hvussu kanningar fyri ílegusjúkur í Føroyum skulu skipast.

Tilmæli um kanning av ílegusjúkum í Føroyum kann lesast her.

 

 

Arbeiðsbólkurin
Á sumri 2024 varð ein arbeiðsbólkur settur at orða eitt tilmæli til landsstýriskvinnuna. Arbeiðsbólkurin var skipaður undir Heilsustýrinum.

Arbeiðsbólkurin var mannaður við hesum umboðum:

Bjarna á Steig, stjóra, Heilsustýrið. Formaður í arbeiðsbólkinum.
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, fulltrúa, verkætlanarleiðari, Heilsustýrið
Katrini Eivindardóttir Danielsen, PhD, fulltrúa, Heilsustýrið
Fróða Joensen, yvirlækna, Sjúkrahúsverkið
Biritu K. Samuelsen, funktiónsleiðara á Rannsóknarstovuni, Sjúkrahúsverkið
Mariu Skaalum Petersen, professara og leiðara á Heilsugranskingareindini, Sjúkrahúsverkið
Jan Simonsen, deildarstjóra, Heilsumálaráðið
Andreasi Sjóvará, fulltrúa, Heilsumálaráðið
Arbeiðsuppgávan hjá arbeiðsbólkinum:

at greina nærri og orða eitt tilmæli um, hvussu eitt tilboð kann skipast, sum hevur til endamáls, at øll komandi foreldur fáa tilboð um at kanna, um tey eru berarar av deyðiligum ílegusjúkum
at nágreina, hvørjar ílegusjúkur eiga at vera partur av tílíkari skreening
at lýsa, um neonatalskreeningin eigur at tillagast fyri at betra um viðgerðina av ílegusjúkum, sum kunnu viðgerast
at lýsa tørvin á arvafrøðiligari ráðgeving, tá ið tílíkar skipanir verða settar í verk, og hvussu ein tílík ráðgeving eigur at skipast
at lýsa fíggjarligar og starvsfólkaligar avleiðingar av tilmælunum
at lýsa møguligar etiskar avleiðingar av tilmælunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika og Rannvá vitja Norðlýsið
“Nónhamar” dregur lív til sín
Berara­kann­ingar fyri deyðiligar ílegusjú…
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssun…
Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum
Nógvir norð­oy­ingar í øðrum feløgum
Komið øll við á Djúpumýru
Mjølnir vann á finaluliðinum
Klaksvík­ingur fekk Lesaravirðislønina
Glóðheiti Branco á pall til Tórsfest
Myndarøð: Tónlista­skúlin og Dansifelagið…
Heilsan til Jóhannu Petersen á 100 ára d…
Minningarorð - Erling Joensen
Hjalgrím fyrsti gestur í nýggju fótbólts…
Samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðs…
Nývalda Eldraráðið havt sín fyrsta fund
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Lions Eysturoy/­Klaksvík á vitjan í ny…
Egnarin í Lopra gjørdist stjóri á Rituví…
Nýtt hondbólts­felag á veg í Klaksvík