Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkingur fekk Lesaravirðislønina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.03.2025 - 22:40 Mentan Tíðindi

Mikudagin var Lesaravirðislønin hjá bókasøvnunum latin

 

Seinnapartin mikudagin varð Lesaravirðislønin latin á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Vinnarin av virðislønini var bókin "Lygn", sum Eyðun Klakstein hevur skrivað.

Við grundarlagi í útlánstølunum hjá bókasøvnunum í fjør vóru tríggjar bøkur í uppskoti til virðislønina. Umframt "Lygn" vóru tær "Sára Malena" eftir Sólrun Michelsen og "Vilstar røtur" eftir Ingun Christensen. Allan februar kundu fólk atkvøða millum hesar tríggjar bøkur.

Á almennum tiltaki í Runavík handaði Annika Egholm, bókavørður á Klaksvíkar bókasavni, Eyðuni Klakstein virðislønina, sum er 30.000 krónur. Noomi Reinert las eitt brot úr bókini, og Kári Sverrisson spældi nakrar sangir. 

Hetta er aðru ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Í fjør fekk Høgni Mohr virðislønina fyri bókina Saga JAM. Ta ferðina var virðislønin handað á bókasavninum í Klaksvík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika og Rannvá vitja Norðlýsið
“Nónhamar” dregur lív til sín
Berara­kann­ingar fyri deyðiligar ílegusjú…
Frá Útskiftingar­nevnd­ini í Haraldssun…
Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum
Nógvir norð­oy­ingar í øðrum feløgum
Komið øll við á Djúpumýru
Mjølnir vann á finaluliðinum
Klaksvík­ingur fekk Lesaravirðislønina
Glóðheiti Branco á pall til Tórsfest
Myndarøð: Tónlista­skúlin og Dansifelagið…
Heilsan til Jóhannu Petersen á 100 ára d…
Minningarorð - Erling Joensen
Hjalgrím fyrsti gestur í nýggju fótbólts…
Samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðs…
Nývalda Eldraráðið havt sín fyrsta fund
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Lions Eysturoy/­Klaksvík á vitjan í ny…
Egnarin í Lopra gjørdist stjóri á Rituví…
Nýtt hondbólts­felag á veg í Klaksvík