Lions Eysturoy/Klaksvík á vitjan í nýggja Undirhúsinum á Toftum
Lions stuðlar góðum hugskotum á Toftum við 65.000 kr
Tað vóru bragligir brúkara saman við Haldur Gaardbo á odda, sum vístu okkum sera snotuliga nýggja Undirhúsið fram, ið er staðsett við Toftagjógv í Mathiasa pakkhúsið, eisini kalla Daells Varehus á Toftum.
Gáva til Undirhúsið.
Ein partur av okkara vitjan var at handa Undirhúsunum eina gávu til keyp av flatskermið við meira.
Eftir handan av kekkinum til Haldur Gaardbo á 25.000 kr greiddi Lions Presidenturin Tummas Lervig frá um arbeiði hjá Lions í nærumhvørvinum í Eysturoynni og Norðoyggjum.
Eftir hann kom formaðurin Haldur Gaardbo og segði hegnisliga frá tilgongdini at fáa hetta húsið gjørt til endamálið. Sagt bleiv frá um stóru uppmøtingina bæði fyrrapart og seinnapartar. Og tíðningurin av at hittast bleiv eisini staðfestur av øllum, sum vóru møttir.
Húsaskelti og bygdasøga.
Yvir eitt longri áramál hava Lions Eysturoy/Klaksvík arbeitt saman við Nes Kommunu við borgmeistaranum Súna á Hjøllum, Janus Jensen og Ólavur Magnussen at seta nøvn á ymisk bústaðarøkir í bygdini.
Endaligu leisturin bleiv so fyribils til 56 staðarnavnar skeltir við QR kotu og Lions merkið á.
Fari verður beinaveg at seta skeltuni upp runt í bygdini.
Petur Gaardlykke frá Lions greiddi frá tilgongdini, og sera góða samstarvinum við Nes Kommuna og arbeiðsbólkin, at finna endaligu loysnina fyri húsaskeltini.
Eftir at hava móttikið gávuni á 40.000 kr og skeltini, trein Janus Jensen fram á gólvið og greiddi frá søguni um tey ymisku húsini og ikki minst um nýggju staðsetingina av Undirhúsunum.
Kvøldið endaði við einum góðum felagssangi, sum er sermerkt fyri Undirhúsið við Toftagjógv.
Ólavur Magnussen og Janus Jensen frá arbeiðsbólkinum saman við Petur Gaardlykke frá Lions