Skulu vit hava 20 søgufrøðingar afturat um árið?
Fróðskaparsetur Føroya hevur pláss fyri áleið 20 lesandi í søgu um árið. Hetta merkir, at um fimm ár kunnu vit í roynd og veru hava 100 nýútbúnar søgufrøðingar.
Kjak hevur verið fyrr, men eg haldi, at tað er viðkomandi enn: Hvørjar útbúgvingar skal Setrið bjoða út? Skal Setrið taka atlit til tørvin á arbeiðsmarknaðinum? Tað átti tað í størri mun, enn tað ger nú.
Einki ringt um sjálvt fakið ella søgufrøðingarnar, tí tað er av stórum týdningi, at vit kenna okkara søgu. Tó eiga vit at spyrja, um vit hava tørv á SO nógvum – og sum heild øðrum, sum vit hvørt ár útbúgva fleiri av.
Tøl vísa, at talið av almennum arbeiðsplássum er vaksið við útvið 1000 síðstu trý árini, meðan tað stendur í stað í tí privata. Samstundis hevur fíggjarlógin hall, har almennu útreiðslurnar spola avstað, og sambært Búskaparráðnum verður hallið í ár og komandi ár áleið hálva milliard.
Tað sigur seg sjálvt, at tølini vísa, at tingini mugu gerast øðrvísi, og tí mugu vit raðfesta øðrvísi – eisini innan útbúgving. Hvussu brúka vit okkara skattakrónur, og hvat fyri fólk útbúgva vit.
Vit eiga í nógv størri mun at útbúgva í mun til tann tørv, ið vit hava í samfelagnum, og eisini hvat vinnan hevur tørv á.
Hyggja vit at útboðnum av útbúgvingum, ið Setrið hevur, so vendir tann nógv størri parturin seg móti almenna arbeiðsmarknaðinum. Samstundis vísa kanningar, at vinnan hevur ein stóran tørv á fólki bæði við yrkis- og hægri útbúgvingum innan fleiri øki.
Stórur tørvur er á útbúnum fólkum innan KT, ferðavinnu, sjóvinnu, framleiðsluvinnu, byggivinnu og fleiri afturat. So hví ikki raðfesta hetta meira? Tá tað er sagt, so er eisini stórur tørvur á vælferðarøkinum, og har økti undanfarna samgonga lestrarplássini til sjúkrarøktarfrøði, tí tørvurin var har – og tað var gott.
So noy, vit hava ikki tørv á 20 søgufrøðingum afturat um árið. Lat okkum raðfesta øðrvísi.
Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins