Lýsing
Lýsing
Lýsing

Opið hús við kvøldsetu og kunning

SKRIVAÐ: kambsdalur.fo  |  10.03.2025 - 11:21 Tíðindi

Týsdagin 11. mars lata vit dyrnar upp á víðan veg. Á skránni er árliga várkvøldsetan og sjálvandi eisini kunning og vegleiðingí samband við umsóknarfreistina 15. mars.

 

Dyrnar lata upp kl. 18. Lestrarvegleiðarar og umboð fyri serbreytina vera at hitta, og vegleitt verður um útbúgvingarval, kunna verður um útbúgvingar skúlans og sjálvandi verður eisini ein góður kaffimunnur at fáa

Kl. 19 byrjar árliga várkvøldsetan í Auluni. Á skránni verður mangt og hvat. M.a. fer stóra skúlakórið at framføra og vinnarafilmurin ‘Síðsti dropin’, sum vann stuttfilmskappingina hjá Námi verður sýndur. Ymiskar næmingaframførslur eru eisini á skránni, umframt samrøða við næmingar, sum taka føroyskt sum annaðmál (FSA) á Kambsdali. 

Fastur táttur á várkvøldsetuni er, at ein fyrrverandi næmingur vitjar og sigur frá síni lívsleið eftir miðnám. Í ár verður tað stjórin í Navia Óli Kristian á Torkilsheyggi.

Skúlin bjóðar sjálvandi kaffi og okkurt gott afturvið og dyrnar eru opnar so leingi fólk hava tørv á kunning og vegleiðing. Sjálv kvøldsetan verður frá klokkan 19 til umleið 21.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Sjúkra­hús er flaggskipið hjá…
Opið hús við kvøldsetu og kunning
Seks KÍ-leikarar á lands­liðnum
Klakkur hevði 295 tons
Mjølnir liggur til bronsu eftir sigur á…
B36-venjarin útnevnir NSÍ til FM-favorit…
Óbroytt í toppi og botni
Lekur sera illa í gamla skýlinum við Djú…
Myndarøð: KÍ vann 3-1 uttan sannfør­andi…
Veðrið í vikuni
Eyðun tekur út A-landsliðið í morgin
Mjølnir - TB í dag kl 14
Áheitan á Sirið Stenberg, lands­stýriskvi…
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Norðingar eru sera væl fyri í inniróðri
Linda Andrews á Summar Festivalin
StÍF hevði munin
Eingin klaksvík­ingur í FSF
Sigert afturvaldur til formann
Bæði góð og ring tíðindi fyri Norð­oyggja…