Nógv fólk á kunningarfundi um møguliga samanlegging hjá Stjørnuni og Team Klaksvík
Í kvøld var kunningarfundur á Skúlatrøð um møguliga samanlegging millum hondbóltsfeløgini í Klaksvík.
Nógv fólk vóru møtt til fundin, har bæði feløgini kunnaðu um søguna hjá feløgunum og grundgóvu fyri, hví tey meta at tað er skilabest at leggja feløgini saman. M.a. kom fram, at í løtuni eru 135 virknir limir í Stjørnuni og 190 virknir limir í Team Klaksvík. Eisini koma fram, at høvuðsungdómsvenjararnir hjá Stjørnuni og Team Klaksvík seinnu árini, Ivana Heningman og David Heningman, flyta av landinum um nakrar vikur, og tí skulu nýggj fólk finnast fyri nógv avhildnu høvuðsungdómsvenjararnar til komandi kappingarár óansæð samanlegging ella ikki.
Fundarfólkið slapp eisini til orðanna og fleiri nýttu høvið at seta spurningar ella at koma við ráðum. Fleiri undirstrikaðu, at tey vóru fyri samanlegging og mettu, at meiriluti helst var fyri samanlegging, men tað vóru eisini fleiri, sum vóru kritisk til samanlegging.
Hesin fundurin avgjørdi einki, tí tað verða aðalfundirnir hjá báðum feløgunum, sum altíð koma at avgera slíkt. Nú verður møguliga ein bólkur settur saman við umboðum frá báðum feløgum, har hesin kemur við einum uppskoti um, hvussu samanleggingin kann skipast, og so skulu feløgini aftaná taka støðu til tað. Á fundinum vóru deildar meiningar um, hvørs eitt heilt nýtt felag skal setast á stovn við nýggjum navni og samleika ella um annað av teimum verandi skal halda fram, har bæði kynini koma at virka undir.
Talan var um ein siðiligan fund, ið hevði vart í tveir tímar, tá orðstýrarin Jóhann Lützen takkaði fyri. Tað verður sostatt ikki greitt fyrr enn eftir aðalfundirnar, har møgulig samanlegging er á skrá, um feløgini fara at leggja saman ella ikki.