Lýsing
Lýsing
Ebbb – Bretar bjóða tónleikasløgunum av
Ebbb er ein bretskur bólkur, sum ferðast millum linjurnar av teimum ymsu tónleikasløgunum.
Ógvusligar rútmur, sum rista alt innvortis, rumbla úr hátalarunum, meðan sangarin, við síni kláru, vøkru rødd og The Beach Boys-líknandi melodium, tykist at vera í holt við at heinta okkum okkurt, sum vit øll hava tørv á, niður úr skýnum, tá ið hann framførir.
Talan er um ein vælskipaðan peruvelling av mótsetningum, sum longu hevur borið bert eitt ára gamla bólkin langt á leið.
Kom og hoyr, hvussu Ebbb megnar at bjóða tí kenda av við slóðbrótandi tónleiki sínum.
G! Festival verður dagarnar 17.–19. juli í ár.
Seinastu tíðindini