Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel løgmaður flankeraður av 3 suðuroyingum, sum allir fýra kunnu anda lættan - í øllum førum fyribils - nú ovurhonds stór undirtøka vísti seg at vera fyri Suðuroyartunlinum til 2. viðgerð, hóast mótstøðan ikki hevur verið lítil seinastu dagarnar | Mynd: kvf.fo

Suðuroyartunnilin samtyktur við stórum meiriluta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.05.2025 - 21:15 Politikkur Tíðindi

Tó írestar enn ein viðgerð. Undan hesi viðgerðini bar tað annars til at fáa tað inntrykk, at løgmaður stóð rættiliga einsamallur, meðan skeptisku røddirnar á tingi við Liljan Weihe á odda við stuðli úr bæði Búskaparráðnum og Landsbankanum tóktust vinna frama, men tá tað kom til skarpskeringar á Løgtingi, var púra vent í holuni. Løgmaður kravdi eina umbering frá landsbankastjóranum og búskaparráðsformanninum og vann næstan alt Løgtingið.

 

 

Suðuroyartunnilin varð fyri løtu síðani samtyktur við stórum meiriluta til 2. viðgerð. Heili 28 tingfólk atkvøddu fyri, ongin var blonk og 4 vóru ímóti. Allur Javnaðarflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin stóðu saman um at atkvøða fyri. Í Tjóðveldi vóru øll uttan Liljan Weihe fyri, í Sambandsflokkinum øll uttan Helgi Abrahamsen fyri, meðan í Fólkaflokkinum vóru Grímur Sundstein og Fía Selma Nielsen ímóti.

Ein viðgerð er enn eftir, men kortini má tað metast sum ein stórur ávegissigur fyri Aksel V. Johannesen, løgmann, at 28 av 32 tingfólkum tóku undir við uppskotinum. Serliga tá hugsað verður um, at retorikkurin frá Búskaparráðnum og Landsbankanum umframt teirri eini tjóðveldistingkvinnuni ímóti tunlinum hevur verið rættiliga harður.

Nú má okkurt heilt óvæntað henda, skal Suðuroyartunnilin ikki verða samtyktur við 3. viðgerð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Størsti sigur hjá KÍ síðani 1998
10-0 til KÍ
Suðuroyar­tunnilin samtyktur við stórum m…
Myndarøð: KÍ - TB - 10 - 0
Ert tú við uppá eitt torg í Klaksvík?
Neystið viðspælari í miðbýnum
Sílaveiðitúrur á Skarvanes
Vælkomin til JØRÐIN KALLAR:
Okkum varð lovað styttri arbeiðviku, nú…
Vit hava duga væl at umstillað okkum
Upplatingartíðir fyri ferðafólk
Andreas og Terji vitja Norðlýsið
Niarn kemur til Føroyar
Tak pallin í Nólsoyar Páls húsinum
Vit eru Verkafólk!
Gunnva leitar heim til Klaksvíkar
Fimleikur fyri tilkomin
Danski samstarvs­ráð­har­rin á vitjan í Før…
Krabbameins­felagið havt aðalfund
Upptakt: KÍ-TB