Lýsing
Lýsing
Lýsing

G! Festivalurin byrjar í dag!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.07.2024 - 09:30 Mentan Tíðindi

G! Festivalurin, sum hevur verið hildin í Syðrugötu síðani 2002, byrjar í dag og heldur fram til leygardagin.

 

 

 

 



Við framúr góðum veðri hevur uppsetingin og seinastu fyrireikingarnar gingið væl, og nógv fólk kemur at vitja Syðrugötu næstu dagarnar.

Tónleikaskráin byrjar við Enekk, sum hevur havt grundleggjandi ávirkan á föroyskan tónleik síðani tíðliga í nítiárunum. Enekk lata Spæliplássið upp kl. 17.

Kl. 18 letur pallurin á sandinum upp við Einangran, sum Lea Kampmann og Heiðrik av Heygum standa aftanfyri. Síðan kemur ein perluröð av fjölbroyttum og forkunnugum tónleiki, m.a. Samba Toure við sínum eyðkendu afrikansku Songhoi bluestónum úr Mali, Sound of the Damned úr Grönlandi, Das Body úr Noregi, íslendsku GRÓA, donsku veitslumakararnir Spectors (Untz Untz Untz), og niðurlendsku Personal Trainer.

Harumframt verður ein spennandi skrá í Fjósinum við m.a. Elinborg, útgávukonsert við Silvurdrongi, Ragnar Finsson, og filmssýning fyrr um dagin.

Longu í gjár byrjaði veitslan á tjaldingarökinum, og í pottunum á sandinum. So kom við til Syðrugötu til eina ógloymandi byrjan upp á festivalin, við framúr tónleiki, góðum felagsskapi og tí besta av föroyskum gestablídni og veitslulagi.

Tú mást fara!

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…