Lýsing
Lýsing
Lýsing

Apotek letur upp í Vágoynni

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  19.07.2024 - 20:49 Tíðindaskriv

Nýtt apotek letur upp í Vágoynni á várið 2025

 

Fólkatalið í Vágum er vaksið seinastu árini, umframt at talið av ferðafólkum um Vága Floghavn alsamt veksur. Eitt nýtt apotek í Vágum fer væntandi eisini at gera, at trýstið gerst minni á apotekini í miðstaðarøkinum, og at bíðitíðin har tískil styttist.

Á apotekinum verður møguligt at fáa forskriftarheilivág, hondkeypsheilivág og apotekaravørur umframt aðrar vørur, sum apotekini selja. Apotekið í Vágum verður fimta apotekið í Apoteksverkinum. Hini apotekini eru Norðoya apotek, Eysturoyar apotek, Tjaldurs apotek og Suðuroyar apotek.

Í vár skipaðu Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst var eftir leigumáli til apotek í Vágoynni. Avtala er nú gjørd um eitt leigumál í Miðvági.

Arbeiðið at umvæla og innrætta bygningin til endamálið verður eftir ætlan liðugt 1. januar 2025.

"Eg eri sera fegin um, at vágafólk skjótt kunnu fáa apotekstænastur í nærumhvørvinum. Og vóni, at hetta eisini er við til at betra um tænastuna í miðstaðarøkinum sum heild." Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Næsta stig í handilsætlanini hjá Apoteksverkinum er at fáa eitt apotek afturat í miðstaðarøkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…