Lýsing
Lýsing
Lýsing

Umbering til dypparnar á Flesjum

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  16.10.2024 - 23:55 Politikkur Tíðindaskriv

Vit vóru nakrir neystaeigara sum stóðu og prátaðu á kajuni, tá ið mær varð fortalt at eitt hús til dypparnar skuldi byggjast afturat gamla Uppsalaneystinum á Flesjum, kloss í vegin. Vit vóru allir á einum máli um at hetta varð ein stak óheppin staðseting.

 

 

Har er nógvur trafikkur av bilum við viðfestivognum. Einasta stað har ið bátur kann flotast av vogni í allari víkini. Eisini koma fleiri oman at spula sær vognin á kajuni. Tað er heldur onki annað stað til sama tá ruskplássi á Grótrætt er stongt.

Eg var ein av teimun sum vildi mótmæla hesi staðseting. Men nú er húsið komi og satt at siga so tekur tað slett ikki so nógv pláss sum eg frygtaði fyri. Síggi at tað eru nógv fólk sum fáa gleði av at dyppa í víkini. Og tað er mín vón at fleiri fáa gleði av hesum.

Eitt stað flota bát av vogni og eitt stað at spula viðfestivognar mugu vit fáa gjørt aðrastaðni.

So herfrá skal eg biðja um umbering og ynskja øllum dypparum bestu eydnu við húsinum.  Vit skulu øll vera her.

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…