Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vælkomin á Stórmøti 2024 í Tórshavn

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.10.2024 - 23:59 Mentan Tíðindaskriv

Vikuskiftið 25.-27. oktober skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri árligu Stórmøtunum í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn.

 



Yvirskriftin fyri Stórmøtini í ár er: "Hvar finna vit vón í eini ótryggari tíð?"

Høvuðstiltøkini eru stórmøti hvørt kvøld við dugnaligum talarum og góðum sangkreftum.

Skráin er fjølbroytt og er fyri bæði børn, ung og vaksin. Møtir verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 19.00 og sunnukvøldið kl. 18.00. Junior-tiltak er á skúlanum samstundis sum møtini eru fríggjakvøld og leygarkvøld. Aftaná møtini hesi bæði kvøldini verða eisini ungdómsmøtir á skránni kl. 21.30.

Sunnudagin verður eitt stórt familjutiltak – sonevnda SIMBA-hittið – og verður tað kl. 15.00. Aftaná tað eru øll boðin til nátturða, og síðan til møti kl. 18.00.

Leygardagin kl. 14 er eisini ein serligur temadagur í Meinigheitshúsinum í Havn við yvirskriftini “At raðfesta tíð við Gudi í einum upptiknum gerandisdegi”.

Á møtunum tala Alfred Petersen, Hanus á Gørðum og Pól Johannesen. Á ungdómsmøtunum tala Ovi Brim og Mariann Djurhuus Poulsen.

Nógvur sangur á skránni

Sangframførsla verður við Erlu Mortensen, Heðin Askham (fríggjakvøldið), Dávur á Reynatrøð (ungd.møti fríggjakvøldið), Felagskór úr Fuglafirði, Leirvík og Toftum (leygarkvøldið), Hans F. Christiansen (ungd.møti leygarkvøldið), Barnakórið frá sangfagnaðinum (Simba-hitt sunnudagin) og Gadders (sunnukvøldið).

Drekkamunnur og stórt bókaborð verður eftir møtini. Eisini verður deyvatulkur til øll møtini.

Øll kvøldmøtini verða tulkað til enskt umvegis headsett. Samtala og forbøn verður eftir møtini, og barnaansing verður til øll kvøldmøtini.

Hjartaliga vælkomin til Stórmøti 2024.

Øll skráin er at finna á www.mission.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fí…
Albert Ejupi og Alexander Berntsson hava…
Hvønn veg, Norð­yggjar?
Hvør eri eg ?
Árni Skaale um leiðslu­avgerðir í Looknor…
7 hval lagt beinini í Hvannasundi
Tróndur Sigurðsson stillar upp
Opið hús
Ætli mær at gera stóran mun í Klaksvíkar…
Man fjernar søguna hvørja ferð man tekur…
Mjølnir aftur í eldin í kvøld
Danskur floksstuðul
Ein lætti til barna­familjur
Hvat gerst tú á listanum?
Ert tú skøddur til veturin! 
Skil má fáast á ferðsluni!
Fólka­flokku­rin leggur Familju­pakkan fram
Út í hagan til rørðslu
Finalan í Arctic Young Chef 2024
Tríggjar góðar broytingar í barsils­skipa…