Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jastrud og Sámal - Jarnbrúdleyp

SKRIVAÐ: Fríðálvur  A. Jensen  |  07.04.2025 - 10:52 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Ein heilsan á 70 ára brúðleypsdegi tykkara mikudagin 9. apríl!

 

 

Tað er við ávísum stoltleika og æru, at eg vil skriva tykkum báðum nøkur orð, nú tit bæði hava verið gift í heili 70 ár!

Ikki neyðugt at fara so nógv inn á, hvat tit hava verið fyri so mong av okkum, tí tykkara partur hevur ongantíð ligið eftir.

Kann bara minnast tykkara íkast – til at kunna festa búgv og at vera nakað fyri míni kæru.

Innan samkomuna hava tit so sanniliga sett tykkara spor, tí eg hoyri bara um hesi tøkini, sum tit hava lagt eftir tykkum.

Vit eru mong, sum bara kunnu minnast aftur á alt tykkara hjálpsemi, sum vit øll hava so nógv at takka fyri!

Sum onkur nevndi, so er slíkur vilji til at geva – uttan at fáa, ikki so ofta sæddur í dag, men her hava tøkini hjá tykkum báðum sett seg hjá mongum, sum vilja takka tykkum so hjartaliga.

Mikudagin fara vit at halda dagin saman við tykkum, tí tað er ein stórur framíhjárættur at hava tykkum millum okkara.

Ein hjartans tøkk og hjartaliga til lukku við stóra degnum!

 

Heilsan

Versonurin

Fríðálvur  A. Jensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í dag verður toppdystur í bestu kvinnude…
Hetta var ikki gamalt…
Upptakt: KÍ-Víkingur
83 milliónir til limakrónur og stuðul
DJ Ötzi á Summar Festival
Nýtt Whisky
Í morgin byrjar FM fyri einstakl­ingar 20…
KÍ: Super Saturday skal fagnast
HB hevur kært KÍ
Framsýning á Viðareiði á páskum
Aðalfundur og nýggj nevnd
Nevndin í Arkitekta­felag Føroya hevur sk…
Framsókn
Árni Frederiksberg fær leikbann komandi…
Mowi Føroyar besta úrslit hjá Mowi-samta…
Næmingar framførdu á Vistarheiminum
ÍF vann á føroyameistara­num Mjølni í ste…
Stásiliga aulu til Tekniska skúla í Klak…
Gloymda ella horvna oyggin
Liljan og Erling hava nú fingið sína rev…