Lýsing
Lýsing
Lýsing
Súni í Hjøllum, borgarstjóri | Mynd: Jóhann Lützen

Nes Kommuna veksur við fullari ferð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.05.2025 - 17:10 Tíðindi

Súni í Hjøllum er borgarstjóri í Nes Kommunu og fyrsti býráðsformaðurin har. Talan er sambært kommunulógini nevniliga um eitt býráð, tá fólkatalið í kommununi fer upp um 1.500, og í dag búgva umleið 1.600 fólk í kommununi, sum er úrslit av einum stórum vøkstri upp á stutta tíð. Á Nesi búgva 360 fólk, á Toftum nakað undir 1.100 og á Saltnesi umleið 160 fólk.

 

(Grein úr blaðnum)

 

Súni hevur verið kommunustýrislimur í 40 ár og sum borgarstjóri síðani 2021; hetta er hansara onnur seta sum borgarstjóri. Hann sigur seg brenna fyri tí og fyri at fáa gjørt nakað fyri kommununa. Kommunan skal vera ein felagsskapur, ein eind, og har skal vera framdrift. Súni sigur um fólkið í kommununi, at tey standa saman um tað, tey fara í holt við, og dømi um tað eru mong. Í verstu krepputíðum bygdu tey bæði nýggja kirkju og nýggja samkomu. Ítróttarligi stoltleikin í økinum, stadionannleggið á Svangaskarði, varð somuleiðis bygt í krepputíð, og fólkið stóð saman.

 

Men søgan sigur, at hóast fólkið í hesum økinum stendur saman, so er talan kortini um eina ”útbrótarakommunu”, um ein kann siga tað so. Nes Kommuna er nevniliga farin úr teirri størru Nes Sóknarkommununi, sum Runavíkar Kommuna er arvtakarin hjá. Vit biðja Súna í Hjøllum seta orð á tað.

 

Nes, Toftir eru Saltnes eru ein eind

– ”Nes Kommuna gjørdist sjálvstøðug 1. apríl í 1967. Íbúgvarnir í økinum kendu tað, sum at tey ikki fingu sín part í Nes Sóknarkommunu. Vanliga var tað so, at tríggir býráðslimir umboðaðu økið, sum nú er Nes Kommuna, tríggir økið úr Runavík og inneftir Skálafirði, og so var typiskt ein rituvíkingur í kommunustýrinum. Ofta bleiv tað tí 4-3 í kommunustýrinum, tá atkvøðast skuldi. Fólk í núverandi Nes Kommunu ynsktu eitt havnarlag, men tað kom ikki, og í staðin varð Rókarkai bygd. Tað var høvuðsatvoldin til, at hjúnalagið Nes Sóknarkommuna varð sundurlisið og gjørdist Nes Kommuna og Runavíkar Kommuna”, greiðir Súni í Hjøllum frá. Hann heldur fram:

 

– ”Fyri at Nes Kommuna skuldi klára seg, var umráðandi, at øll í økinum stóðu saman. Og tað gjørdu tey eisini, tá flakavirki skuldi byggjast í 1969, og tá atløgusíða skuldi gerast. Veldugar útbyggingar eru gjørdar síðani tá, og hetta er eitt av teimum plássunum í Føroyum, sum hava staðið fyri størsta framburðinum tey síðstu 50-60 árini. Her hendir nakað, og sum borgarstjóri hevur tú stóra ávirkan á, hvat hendir, men afturfyri stendur tú eisini við ábyrgdini, tá okkurt hendir, sum ikki er so gott. Men tað hevur gingið væl. Tá ið eg kom til sum borgarstjóri, lá fólkatalið um 1.400 fólk, og nú fara vit upp um 1.600”, sigur borgarstjórin. Víðari sigur hann:

 

– ”At vit nú eru ein býur er sum so bara eitt heiti, men kortini forpliktar tað eitt sindur. Nú hava vit gjørt rættiliga nógvar útstykkingar, og vit eru farin undir at gera íbúðir. Síðsta skeið gjørdu vit 50 íbúðir, soleiðis at skilja, at vit hava skapt fortreytirnar fyri at byggja tær; vit byggja tær ikki sjálvi sum kommuna. Eisini eru eini 30 sethús bygd. Í løtuni leingja vit vegin inn ímóti Runavík, so tað økið fer at gerast størri og størri, og so verður sprongt sunnan fyri Svangaskarð – grótið verður brúkt til brimverju, og har verður pláss fyri nógvum tíggjutals íbúðum”, sigur Súni. Hann leggur afturat:

 

– ”Tað eru stórir aktørar, sum vilja byggja, og eftirspurningurin er eisini har, nú vit bara liggja 10-12 minuttir úr Havnini. Borgararnir, sum flyta til, eftirspyrja serliga kjarnuvirðini – góð skúlaviðurskifti, dagstovnar og frítíðarmøguleikar. Og har eru vit stak væl við. Tað eru góðir dagstovnar, góðir frítíðarmøguleikar við økinum á Svangaskarði, og skúlaviðurskiftini erusomuleiðis góð. Hetta er nakað, vit hava prioriterað; m.a. hava vit dagført húsið á Svangaskarði, vøllurin verður skiftur, og vit byggja skýli. Og vit liggja væl staðsett í mun til Runavík, sum vit samstarva væl við viðvíkjandi t.d. Støkk og svimjifelagnum Flot”, sigur hann, og harvið førka vit okkum til næsta evnið í samrøðuni.

 

Og samstarv skal til

– ”Vit, kommunurnar í økinum, samstarva í løtuni um eldraøkið Roðan. Har hava vit eisini lagt stóran dent á, at tey gomlu skulu hava tað so gott sum møguligt. Av tí sama hava vit brúkt nógv meiri pengar enn tað, sum landið ber aftur fyri eldraøkið. Kommunukanningin vísti eisini, at vit liggja rættiliga ovarlaga, tá tað kemur til nøgdsemi, og har ætla vit framhaldandi at liggja”, veit Súni í Hjøllum at siga.

 

– ”Bygnaðurin í Nes Kommunu er tann, at vit hava ein borgarstjóra, ein kommunustjóra, ein fíggjarleiðara, ein bókhaldara, eitt móttøkufólk, ein tekniskan leiðara og eitt starvsfólk afturat á Teknisku Deild, t.v.s. tilsamans sjey fólk í umsitingini. So hava vit ein arbeiðsformann, og hann hevur so nakrar mans undir sær; ein, sum umsitur havnarlagið og vatnveitingina; ein húsavørð í skúlanum, ein á Svangaskarði og til dagstovnarnar, og so eru tríggir arbeiðarar afturat arbeiðsformanninum”, sigur borgarstjórin og heldur fram:

 

– ”Í skúlanum liggur skúlabarnatalið nokkso javnt um tey 200 børnini/næmingarnar, og læraratalið har liggur um tey 20, sum eru lønt av landinum. Umleið 120 børn eru í dagstovnunum og nøkur og 30 ársverk, meðan í frítíðarskúlanum eru gott 80. Føðitalið í kommununi hevur hinvegin verið rættiliga ójavnt – í fjør vórðu bara fødd 17 børn, men um vit bakka eini 3-4 ár aftur, so var talið uppi á 32. Í síðsta valskeiði ætlaðu vit at byggja barnagarðin út, men tað varð ikki neyðugt, í øllum førum ikki her og nú. Men økist fólkavøksturin og/ella burðartalið, so eru vit klár at byggja út”, sigur borgarstjórin í Nes Kommunu.

 

Nógv virksemi og nógv arbeiðspláss

Um vinnulívið í kommununi sigur Súni í Hjøllum: – ”Síðani feskfiskaflotin legði um til at frysta, er alt broytt. Nakað kemur um havnarlagið av feskum fiski, men tað er bara ein brotpartur av tí, sum var fyrr. Nakað kemur tó afturat við bilum og trailarum, tí vit hava Landingarmiðstøðina her, og so hava vit Kassamiðstøðina, men tað eru ikki so nógv arbeiðspláss. Bakkafrost hevur ein stóran bygning, sum skuldi verða ein landstøð, og tað vóna vit fer at geva fleiri arbeiðspláss, nú eitt alibrúk liggur út við Líðarlandinum. Hartil eru nøkur arbeiðspláss á fóðurgoymsluni, á Faroe Origin, og so er onkur bilsmiðja, ein saltsøla, ein vindeygaframleiðari og ein stór byggifyritøka og nakrar smærri”. Eisini eru fleiri, sum búgva í Nes Kommunu, og sum arbeiða aðrastaðni:

 

– ”Nógv hiðani arbeiða á Bakkafrosti, og eg giti tey eru umleið eini 90-100 í tali. Hartil koma tey við hægri útbúgvingum, sum serliga arbeiða í Tórshavn, og so hava vit onnur, sum arbeiða norðanfyri, t.d. í Klaksvík og á Flogvøllinum. Í dag er arbeiðsmegin munandi meira flytfør, enn hon var áður, og fólk eru heldur ikki so lokal, sum tey eina ferð vóru. Arbeiðsmegin flytur seg”, sigur Súni, og leggur afturat, at streymurin eisini gongur hin vegin:

 

– ”Vit hava bæði tilflyting úr fjarum pørtum av heiminum og pendling. Møguliga koma 40 til 50 fólk úr londum uttan fyri Europa, og vit hava helst einar 16-20 ymiskar tjóðskapir í kommununi. Men føroyingar koma eisini hendan vegin; nógvir av lærarunum í skúlanum her í kommununi koma aðrastaðni frá, og fleiri av teimum, sum arbeiða á havnarlagnum her, koma eisini aðrastaðni frá. Fyri okkum her á staðnum ræður tað mest um at hava kjarnuvirðini í lagi – skúla, dagstovnar, trivnaðarøkini/ítrótt og eldraøkið. Vit sóu tað, tá ið vit fóru undir íbúðarbyggingar, at tað ofta vóru eldri fólk, ið seldu síni hús og fluttu inn í íbúð, og tað tiltrekti so yngri fólk, sum keyptu húsini, har tey eldru høvdu búð”, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes Kommunu.

 

Borgarstjórin vísur spennandi verkætlanir, sum eru á veg í Nes kommunu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landnyrðings­føroyar – tapara- og vinnara…
Svartkjaftastovnu­rin í minking
Sálarligur harðskapur, tráfylging og ága…
Kim og Føroya Symfoniorkestur í Norðurla…
Alt til lands – í Norra
Nes Kommuna veksur við fullari ferð
Samgongan í spakuligari upploysn
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Veðrið um vikuskiftið
Til minnis um Steinfinn Matras
Størsti sigur hjá KÍ síðani 1998
10-0 til KÍ
Suðuroyar­tunnilin samtyktur við stórum m…
Myndarøð: KÍ - TB - 10 - 0
Ert tú við uppá eitt torg í Klaksvík?
Neystið viðspælari í miðbýnum
Sílaveiðitúrur á Skarvanes
Vælkomin til JØRÐIN KALLAR:
Okkum varð lovað styttri arbeiðviku, nú…