Lýsing
Lýsing
Bláa Bylgjan skipar fyri ókeypis bussferð til steypafinaluna leygarkvøldið
Leygarkvøldið kl. 19.00 verður steypafinalan hjá kvinnum millum HB-KÍ. Fjepparafelagið hjá KÍ ger nógv burturúr, har fjeppararnir sleppa ókeypis til dystin.
Bláa Bylgjan skrivar soleiðis á KÍ-fjepparabólkinum á facebook.
Okkara kvinnur spæla finalu hetta vikuskiftið, leygardagin kl. 19:00.
Vit í Bláu Bylgju vilja skapa ein fantastiskan stemning til dystin, og vit vilja hava teg við! Tí bjóða vit ókeypis bussar út til dystin.
Bussurin koyrir kl. 17:30 frá sandinum, so vit eru á staðnum gott og væl hálvan tíma áðrenn dysturin byrjar.
Tað einasta tú skalt gera fyri at tryggja tær pláss í bussinum, er at skriva ein viðmerking við orðinum “við” og talið á fólkum, ið tú vilt melda til.
Dømi: um tit eru trý, so skrivar tú “við 3”.
Koyr á KÍ
Seinastu tíðindini